1986
Niðurflyting á graslíki
 
Eftir bert tríggjar mánaðir sum formaður sigur Jan Hardlei í februar starvið frá sær vegna tíðartrot. Ruben Andresen, sum eisini var formaður 1980-81, átekur sær formansstarvið, til Odmar Færø á næsta aðalfundi verður valdur til formann.
B36 fyllir 50 ár, men jubileumsárið endar við, at B36 flytur niður úr bestu deildini fyri aðru ferð. Longu í fyrsta dystinum tapir B36 3-0 í Leirvík, og verri er, at málmaðurin Jan Alberg slítur hælsinuna og ikki spælir aftur hetta árið. Liðið, sum nú aftur hevur Johan Nielsen sum venjara, endar aftast við átta stigum, sum er eitt færri enn LÍF og tvey færri enn KÍ.
Hetta er eisini árið, tá graslíki verður lagt á Ovara vøll, sum sostatt verður fyrsti graslíkisvøllur í landinum. Talan er um stórt frambrot fyri føroyskan fótbólt, og nýggi vøllurin verður hátíðarhildin, tá danska HM-stjørnan Preben Elkjær og tveir portugisiskir landsliðsleikarar eru gestir í einum dysti á nýggja vøllinum.
 
---
 
Only three months after becoming chairman Jan Hardlei resigns from the post and is replaced by Ruben Andresen until the next general assembly, when Odmar Færø is elected chairman again.
The club celebrates it's 50 years of existence, but the year ends in heartbreak, as the first team is relegated yet again. B36 lose the opening match 3-0 away to LÍF, and the goalkeeper Jan Alberg tears his achilles tendon and is out for the rest of the season. It's Johan Nielsen's third season as coach, but he cannot prevent the team from going down with 8 points, one point behind LÍF and two behind KÍ.
Halfway into the season, the old sand and gravel pitch in Gundadalur is being replaced with a brand new artificial grass turf. In the coming years, almost all the other clubs in the islands acquire artificial grass pitches, which marks a watershed in Faroese football. The ball travels quicker on the now much more even pitches, and in the years to come Faroese players become more skillful, and the tempo of the game goes up. But for B36, the first full season with an artificial grass pitch will be played in the 2. deild.
 
1987
Upp aftur
 
Kristjan á Neystabø verður á fyrsta sinni formaður í B36. Árið fyri er Kjartan Mohr eisini komin í nevndina fyrstu ferð, og tey næstu mongu árini mynda teir báðir í sera stóran mun felagið úteftir.
B36 vinnur ikki 2. deild í 1987. Tað ger ÍF, sum tí tryggjar sær uppflyting. Men vaksandi megin hjá fleiri av feløgunum í Eysturoynni ger, at avgerð verður tikin um at víðka bestu deildina úr átta upp í tíggju lið, tí nú eru so nógv fræg lið í landinum, at mett verður, at besta deildin kann bera 10 lið.
Góða spælið hjá B36 í 2. deild ger eisini sítt til at kveikja kjakið um at vaksa 1. deild upp í 10 lið – eitt nú vinnur B36 á trimum ymsum 1. deildarliðum í steypakappingini. Endin er, at FSF-aðalfundurin í november 1987 við stórum meiriluta samtykkir, at eingin flytur niður úr 1. deild hetta árið, men tvey lið úr 2. deild flyta upp. Og sum nummar tvey í 2. deild fær B36 gagn av, at 1. deild frá 1988 skal telja 10 lið.
Kvinnurnar gerast føroyameistarar fyri aðru ferð upp á trý ár og eru stoltleikin hjá felagnum um hetta mundið saman við smápiltunum, sum eisini vinna FM. Væl skipaða ungdómsarbeiðið seinastu árini fer nú so smátt at síggjast aftur.
 
---
 
Kristjan á Neystabø becomes chairman of B36 for the first time, just one year after Kjartan Mohr has been elected to the board for the first time. In the coming years, Neystabø and Mohr – the prior as chairman and the latter as treasurer – will play a big part in transforming B36 from being a yo-yo club travelling between divisions into being a force to be reckoned with in Faroese football.
B36 does not finish top of the 2. deild in 1987. ÍF finish in first place and are promoted. But the growing influence of the clubs from Eysturoy leads to the FSF general assembly in November 1987 adopting a proposal to expand the 1. deild from eight to ten clubs. And as runners-up to ÍF, B36 find themselves promoted after all.
The women's team are crowned champions for the second time in three years and are the pride and joy of the club these days along with the ever-growing youth teams, where talent is plentiful.
Í 1987 (myndin er nakað væl nýggjari) bleiv Kristjan á Neystabø formaður í B36. Árið fyri varð Kjartan Mohr eisini komin í nevndina fyrstu ferð, og tey næstu mongu árini settu teir báðir sum ávikavist formaður og kassameistari stóran dám á felagið, sum vaks nógv hetta tíðarskeiðið. Í miðjuni kona Kristjan, Helena Dam á Neystabø, sum sjálvandi eisini er íðin B36-ari
 
PHOTO:
Kristjan á Neystabø (left) was elected chairman for the first time in 1987 (the photo is taken more recently). The year before, Kjartan Mohr (right) became a member of the board for the first time, and in the following years the two of team played a big part in transforming B36 as a club. In the middle Kristjan á Neystabø's wife Helena.
 
1988
Aftur í oddastríði
 
Eftir at hava staðið uttan fyri føroyska fótbóltstoppin í 20 ár meldar B36 seg í 1988 loksins inn aftur í oddastríðið. Liðið liggur leingi á odda í kappingini, og hóast tað ikki eydnast at vinna FM, er eitt triðja pláss aftan á HB, sum verður føroyameistari, og B68 stór framgongd í mun til undanfarnu árini. Smápiltarnir verða føroyameistarar annað árið á rað.
Føroyar eru nú eisini limur í bæði FIFA og UEFA, og B36 hevur fleiri spælarar á landsliðnum. Tá føroyska landsliðið spælir sín fyrsta altjóða skrásetta landsdyst móti Íslandi á Akranesi, eru B36-leikararnir Ábraham Hansen og Kári Reynheim við.
 
---
 
After 20 years on the outside B36 finally challenges for honours again in 1988. The team is top of the table for a long time and finishes third behind champions HB and runners-up B68.
The Faroe Islands get full affiliation in FIFA and UEFA and play their first official international match away to Iceland, losing 1-0. The B36-players in the team are midfielder Abraham Hansen and forward Kári Reynheim.
B36 í 1988.
Aftast frá vinstru: Ábraham Hansen, Rógvi Thorsteinsson, Tummas Eli Hansen, Meinhardt Dalbúð, Martin Heinesen, Karl Arni Egholm og Sámal Hansen.
Fremst frá vinstru: Bogi Jacobsen, Hallur Hansen, John Klein, Egin H. Høgnesen, Dánjal Petur Johansen, Kári Gullfoss og Kári Reynheim
 
PHOTO:
B36 in 1988.
Back row L-R: Ábraham Hansen, Rógvi Thorsteinsson, Tummas Eli Hansen, Meinhardt Dalbúð, Martin Heinesen, Karl Arni Egholm and Sámal Hansen.
Front row L-R: Bogi Jacobsen, Hallur Hansen, John Klein, Egin H. Høgnesen, Dánjal Petur
Johansen, Kári Gullfoss and Kári Reynheim
 
1989
Ov óstøðugir
 
Sjey leikarar fara í vetrarsteðginum, og tí er tað eitt annað lið, sum fer á vøllin í 1989. Hetta árið ger B71 bart og fer sum uppflytari ósigrað gjøgnum kappingina og vinnur sítt higartil einasta meistaraheiti. Úrslitini hjá B36 eru óstøðug og røkka til eitt sætta pláss, eitt nú eftir ein minniligan 5-3 sigur á HB.
 
---
 
Seven players in the side, that did so well in 1988, leave the club, and the new team finishes in sixth position. The most memorable result this season is an entertaining 5-3 win against HB. B71 from the small island of Sandoy surprisingly win the championship for the only time in the history of the club
 
1990
Besta úrslit í 22 ár
 
Árið 1989 bleiv ikki so gott sum 1988, men í 1990 fær B36 silvur, sum er besta úrslit síðani 1968. Fuglfirðingurin Petur Simonsen avloysir Jógvan Norðbúð sum venjari og fær nógv burtur úr arbeiðnum hjá undanmanninum. Í 1989 var eingin landskapping hjá piltunum, men hetta árið vinnur B36 piltadeildina fyri triðju ferð á rað, eins og lið í øðrum ungdómsdeildum eisini standa seg væl.
Samanumtikið er bjartskygnið stórt í føroyskum fótbólti um hetta mundið, tí landsliðið við B36-arunum Kára Reynheim og Tummas Eli Hansen vinnur 1-0 á Eysturríki og tapir ”bert” 1-4 móti Danmark í Keypmannahavn.
 
---
 
Petur Simonsen replaces Jógvan Norðbúð as coach, and in 1990 B36 finish as runners-up behind HB – the highest final position for the team since 1968. There is an optimism in Faroese football as a whole. The national team plays their first two matches in a European Championships qualifying group, sensationally beating Austria 1-0 in September and losing 4-1 to Denmark in October. Forward Kári Reynheim and defender Tummas Eli Hansen represent B36 in the national team this year.
 
1991
Nýtt hús og steypavinnari
 
Ikki síðani 1965, tá B36 vann Ísafjarðarsúluna, hevði besta mansliðið hjá felagnum vunnið eitt steyp av týdningi, men tað eydnast í august 1991, tá B36 vinnur 1-0 á HB í finaluni um løgmanssteypið – bert tíggju dagar eftir at hava tapt 8-2 móti sama liði í landskappingini! Bergur Magnussen ger avgerandi málið tíðliga í dystinum.
Í landskappingini liggur liðið leingi á odda, men endar næstfremst við verri málmuni enn KÍ, sum verður føroyameistari fyri fyrstu ferð síðani 1972. Avgerðin fellur í roynd og veru í næstsíðsta umfari, tá B36 tapir 3-0 í Klaksvík, men í síðsta umfari kann liðið við einum sigri á HB vinna FM, tí KÍ tapir sín síðsta dyst í Gøtu. Tað eydnast tó ikki, og 1-1 røkkur bert til silvur. Einasta føroyameistaraheitið hetta árið kemur í piltadeildini. Kvinnurnar vinna steypakappingina – Dagblaðssteypið – eftir 1-0 finalusigur móti HB.
Ein varði í søgu felagsins verður liðugt laðaður 9. november hetta árið, tá B36 flytur inn í stásiliga nýggja húsið, sum felagið hevur bygt við Ovara vøll. B36 fær nú betri umstøður at húsast í enn nakað annað ítróttarfelag í landinum, og tað er neyðugt, tí sambært formanninum Kristjani á Neystabø hevur B36 nú 700 limir og kundi havt nógv fleiri, um pláss var fyri teimum. Tað verður tað nú.
 
---
 
It has been 26 years, since the B36 A-team last won a competition, but in 1991, the team beats HB 1-0 in the cup final to claim some silverware for the first time since 1965. The only goal of the match is scored by striker Bergur Magnussen early in the game. The final is played just ten days after B36 suffer their biggest league loss ever to HB – an astonishing 8-2 defeat!
At this point B36 have been top of the league from the start, but lose out on the title to KÍ on goal-difference. KÍ go top after beating B36 3-0 in Klaksvík in the penultimate round, but lose away to GÍ Gøta in the last round. Simultaneously, B36 need to win their match against HB, but it finishes 1-1, and B36 are runners-up for the second year in a row.
On November 9 this year, B36 move in to a brand new state-of-the-art club house. From 50 members in 1978, the club now has more than 700 members.
Steypavinnarar 1991.
Aftast frá vinstru: Jonhard Olsen (liðleiðari), Rógvi Thorsteinsson, Kári Reynheim, Petur Amon Dalbø, Jens Kristian Hansen, Tummas Eli Hansen, Karl Arni Egholm, Jákup Símun Simonsen, Bogi Jacobsen og Petur Simonsen (venjari).
Fremst frá vinstru: Bergur Magnussen, Sofus Clementsen, Regin Arge, Egin H. Høgnesen, Dánjal Petur Johansen, Kári Gullfoss og Finnur Andreasen
 
PHOTO 1:
B36 cup winners 1991.
Back row L-R: Jonhard Olsen (team leader), Rógvi Thorsteinsson, Kári Reynheim, Petur Amon Dalbø, Jens Kristian Hansen, Tummas Eli Hansen, Karl Arni Egholm, Jákup Símun Simonsen, Bogi Jacobsen and Petur Simonsen (coach).
Front row L-R: Bergur Magnussen, Sofus Clementsen, Regin Arge, Egin H. Høgnesen, Dánjal Petur Johansen, Kári Gullfoss and Finnur Andreasen.
Nýggja B36-húsið í gerð
Nýggja B36-húsið í gerð
B36 flutti inn í nýggju húsini 9. november 1991
 
PHOTOS 2-3-4:
The new club house is being built in 1991.
 
1992
Út í Evropa
 
Sum steypavinnari árið fyri luttekur B36 sum fyrsta føroyska lið saman við meistarunum úr KÍ í altjóða kapping undir UEFA. Í evropeisku kappingini møtir B36 Avenir Beggen úr Luksemburg, og hendan fyrsta altjóða luttøkan eydnast avbera væl. Liðið tapir tepurt 1-0 í Luksemburg, og í seinna dystinum, sum verður spældur á grasvøllinum á Svangaskarði, leggur Kári Reynheim B36 á odda við frísparki. Avenir Beggen fær tó javnað til 1-1 og fer víðari í kappingini.
Úrslitini hjá besta mansliðnum hetta árið eru annars ikki nakað at tosa um. Í steypakappingini tapa teir í fyrsta umfari móti TB á Tvøroyri eftir umdyst. Fyrsti dysturin í landskappingini var eisini á Tvøroyri, og har endaði tað 5-1 til TB. Liðið kom ongantíð upp í somu hæddir sum árið fyri og endaði á sætta plássi. Smádreingirnir og smápiltarnir verða føroyameistarar, og nú eru fruktirnar av ungdómsarbeiðnum av álvara farnar at síggjast aftur.
Hetta summarið verður graslíki eisini lagt á Niðara vøll í Gundadali, og tað bøtir munandi um umstøðurnar hjá havnarfeløgunum.
 
---
 
For the first time, Faroese clubs participate in continental UEFA competitions. KÍ play in the European Champions Cup, and B36 take part in the European Cup Winners' Cup, where the team faces Luxembourg cup winners Avenir Beggen. The very first European match for B36 ends in a narrow 1-0 away defeat. In the return leg, Kári Reynheim gives B36 the lead early on with a direct free-kick, but Avenir Beggen equalise before half-time and go through 2-1 on aggregate.
The European results are the best for the team this season. In the league, B36 finish sixth after starting the league with a 5-1 defeat away to TB. In the cup, they also lose in the first round to TB after extra-time.
The youth teams are doing well, however, winning several of their respective leagues.
Fyrsta B36-liðið, sum spældi í evropeiskari kapping.
Aftast frá vinstru: Petur Simonsen (venjari), Jákup Símun Simonsen, Jens Kristian Hansen, Fróði Madsen, Tummas Eli Hansen, Signar Johannesen, Jan Poulsen, Jákup Mørk, Sámal Hansen og Jonhard Olsen (liðleiðari).
Fremst frá vinstru: Páll Magnar Kjærbæk, Jón Hardlei, Kári Reynheim, Finnur Andreasen, Wiezczek Zakrzewski, Dánjal Petur Johansen, Bogi Jacobsen og Rógvi Thorsteinsson
 
PHOTO:
The very first B36 team to play in a UEFA competition.
Back row L-R: Petur Simonsen (coach), Jákup Símun Simonsen, Jens Kristian Hansen, Fróði Madsen, Tummas Eli Hansen, Signar Johannesen, Jan Poulsen, Jákup Mørk, Sámal Hansen and Jonhard Olsen (team leader).
Front row L-R: Páll Magnar Kjærbæk, Jón Hardlei, Kári Reynheim, Finnur Andreasen, Wiezczek Zakrzewski, Dánjal Petur Johansen, Bogi Jacobsen and Rógvi Thorsteinsson.
 
1993
Fýra FM í yngru deildunum
 
Tað er nú vorðið rættiliga vanligt hjá B36 at fáa tilgongd av spælarum av bygd, og í 1993 er tann navnframasti av hesum Todi Jónsson úr Klaksvík.
B36 fær eisini polskan venjara, Jacek Burkhardt, sum avloysir Petur Simonsen. Todi Jónsson er bert við í fyrru helvt, áðrenn hann fer víðari til Danmarkar at lesa og royna fótbóltseydnuna, og tá missir B36-álopið nógv. Liðið endar á fimta plássi, 10 stig aftan fyri GÍ. Eftir at hava snoddað til toppin í nøkur ár tykist B36 nú hava staðfest sína støðu sum eitt lið í miðjuni, men tað er kortini stór framgongd í mun til eydnuleysu 1970-ini og fyrru helvt av 1980-unum. Í steypakappingini kemur B36 í hálvfinaluna, sum verður tapt móti B71.
Hjá kvinnunum stendur betur til. Tær vinna steypakappingina fyri aðru ferð, og millum tey yngru hevur B36 sítt besta ár nakrantíð. Dreingir, smádreingir, piltar og gentur syrgja fyri, at B36 fær fýra FM-heiti í yngru deildunum hetta árið. Dreingirnir vinna eisini steypakappingina.
 
---
 
It has always been the main rule, that when players from other towns moved to Tórshavn to go to school or to work, they usually joined B36 rather than HB, and as such, B36 has had many players, who played for other clubs before joining B36. In 1993, the most famous of these is talented striker Todi Jónsson from KÍ Klaksvík. However, Jónsson only plays in the first half of the season before travelling to Denmark to study and to try to get a contract as a professional football player (later Todi Jónsson would win several Danish championships with FC Copenhagen).
After three years in charge, coach Petur Simonsen is replaced by Polish coach Jacek Burkhardt, but the team finishes in fifth place, 10 points adrift of champions GÍ. B36 now seems to be a mid-table team, but this is still progress compared to the ill-fated 1970's and 1980's. B36 reach the semi-final of the cup, but lose to B71.
The women's team wins the cup competition, and at youth level B36 is national champion in four different age groups.
Tann 23. mai 1993 skipaði B36 fyri samkomu í nýggja B36-húsinum fyri viðhaldsfólkum og spælarum frá stovnan og heilt fram til merkisárið 1962, sum tá framvegis var seinastu ferð B36 hevði verið føroyameistari
 
PHOTO:
On May 23 1993 B36 had a reception for former players and supporters from 1936 until 1962, when the team last won the championship, in the new club house.
 
1994
Venjaratrupulleikar
 
Jacek Burkhardt verður venjari hjá TB, og í staðin verður polski málverjin Wiezszek Zakrzewski settur sum høvuðsvenjari hjá B36, sum nú fær styrk í russiska Edvard Apalkov umframt Allani Mørkøre úr KÍ og Hera Olsen úr SÍF. Liðið byrjar við at verða útsligið úr steypakappingini av NSÍ, men í landskappingini er byrjanin góð. So líðandi koma trupulleikar við venjaranum undan kavi, og aftan á summarsteðgin verður hann skiftur út við Páll Guðlaugsson og Annfinn Danielsen. Ófriðurin á liðnum kostar tó so nógv, at liðið dettur heilt niður á sjeynda pláss, sum er ringasta endastøða síðani liðið var í 2. deild í 1987. GÍ endurvinnur meistaraheitið við betri málmuni enn HB.
Enn eina ferð finnur B36 ugga í yngru deildunum, har dreingirnir, smádreingirnir, smápiltarnir og genturnar øll endurtaka meistaraheitini frá árinum fyri. Annað árið á rað er B36 mest vinnandi felag í landinum. Millum vinnandi dreingirnar hetta árið eru Fróði Clementsen, Carl Herup Høgnesen, René Tórgarð og Jákup á Borg. Á smádreingjaliðnum spæla m.a. Tróndur Vatnhamar, Klæmint Matras og Stefan í Skorini. Og á piltaliðnum eru eitt nú Atli Gregersen, Niels Joensen og Heini í Skorini.
Kvinnurnar endurtaka eisini steypabragdið frá árinum fyri og vinna steypafinaluna 4-2 móti ÍF eftir longda leiktíð. Anja Rein, Súna Mørk, Maibritt Joensen og Brynhild Klein gera B36-málini í finaluni.
Hetta árið taka Birgar Johannesen, Petur A. Øster og Hannis Egholm stig til at stovna viðhaldsfelagið Floksmenn, sum er við besta mansliðnum til allar útidystirnar.
 
---
 
Jacek Burkhardt joins TB as coach, and Polish goalkeeper Wiezszek Zakrzewski takes over as player-coach. Among the new players are Russian attacker Edvard Apalkov, KÍ midfielder and Faroese international Allan Mørkøre and SÍF striker Heri Olsen. The year starts with the team being eliminated from the cup in the first round by NSÍ, but the team has a good start in the league. However, the coach has personal problems, and during the summer-break Zakrzewski is replaced by Páll Guðlaugsson, who in 1990 guided the national team to that famous 1-0 win over Austria, and youth coach Anfinn Danielsen. But the team suffers from the turmoil of changing coaches and finishes in seventh position. GÍ beat HB to the title on goal-difference.
But yet again B36 win youth championships in four age groups and is as such the most winning club in the country. And the ladies' team win the cup competition for the second year in a row.
 
1995
Kvinnurnar ganga undan
 
Petur Simonsen verður nú aftur venjari hjá besta mansliðnum, og hann fær eitt rættiliga ungt lið at arbeiða við. Vónirnar eru heldur ikki so góðar sum onkuntíð fyrr, og tær skulu vísa seg at halda rættiliga væl. Endaliga úrslitið er eitt fimta pláss, sum tey flestu góðtaka.
Hjá teimum yngru skerst ikki heilt so væl hesaferð, men Dreingir og Smádreingir verða føroyameistarar, og B36 er væl umboðað á U-landsliðunum hetta árið.
Kvinnurnar vinna enn eina ferð steypakappingina – triðja árið á rað og fjórðu ferð tilsamans. Hesaferð vunnu tær finaluna móti Sumba/VB 2-0, men sigurin kundi verið væl størri. Seks av spælarunum hava verið við til at vinna allar fýra steypafinalurnar: Eydis Reinert, Súna Mørk, Durita Rouch, Anja Rein, Judith Joensen og Maibritt Joensen.
 
---
 
Petur Simonsen starts his second spell as head coach of the first team and has a lot of young players to work with. The expectations are lower than usual because of the relatively young squad, and supporters are pleased with a final position in fifth place. B36 now has a reputation of having the best youth policy in the country, and a lot of B36-players are selected for the various youth national teams. The ladies' team celebrates it's third consecutive cup final win.
 
1996
60 ár og góðar vónir
 
Veðrið er av tí allarbesta 28. mars hetta árið, tá B36 heldur sín 60 ára føðingardag. Og eftir nøkur minni góð ár eru vónirnar aftur bjartar, tí B36-liðið hevur fingið góða tilgongd av landsliðsspælarunum Juliani Johnsson úr HB og Óla Johannesen úr TB umframt øðrum spennandi leikarum. Harafturat eru fleiri ungir leikarar við at spæla seg inn á liðið, eitt nú 17 ára gamli Jákup á Borg. Seinni hetta árið kemur Sigfríður Clementsen eisini úr HB. Við Jógvani Norðbúð sum venjara endar liðið á fjórða plássi, sum er eitt lítið vónbrot, men fyrsta meistaraheitið síðani 1962 tykist ikki longur at vera so langt burturi.
Kvinnurnar verða føroyameistarar fyri fyrstu ferð síðani 1987. Einasti leikari, sum nú er eftir av meistarunum frá 1987, er Marjun Jógvansdóttir, sum hevur verið við til at vinna øll trý meistaraheitini hjá kvinnunum.
B36 verður eisini føroyameistari í Dreingjadeildini og Pinkudeildini, og dreingirnir og smádreingirnir vinna eisini steypakappingina.
 
---
 
Jógvan Norðbúð takes charge at B36 yet again, and the squad is strengthened with national team players Julian Johnsson from HB in midfield and Óli Johannesen from TB in defence as well as other players. Supporters also have high hopes for 17-year old winger Jákup á Borg. Later during the season talented striker Sigfríður Clementsen also joins from neighbours HB. Hopes are high, that B36 will challenge for the title this season. The team finishes fourth, which is a bit of a disappointment, but there is a feeling, that the first league title since 1962 is not far away.
The women's team win the championship for the first time since 1987. Marjun Jógvansdóttir is the only player to have won all three league titles for B36 on the ladies' team.
 
1997
Aftur føroyameistarar
 
Eftir 35 ár uttan eitt føroyameistaraheiti eydnast tað hetta árið loksins besta mansliðnum at vinna meistaraheitið aftur. Liðið fær góðan styrk í John Petersen, sum áðrenn hevur gjørt nógv mál fyri GÍ, og í leikandi serbiska venjaranum Tomislav Sivic, sum kemur úr VB. B36 strýkur avstað í landskappingini og tryggjar sær meistaraheitið longu í triðsíðsta umfari við at vinna 2-1 í Vági í einum dramatiskum dysti, har spælandi venjarin Tomislav Sivic verður útvístur. Jens Kristian Hansen leggur B36 á odda, men VB javnar við brotssparki, áðrenn Julian Johnsson heilt til endans ger sigursmálið, sum tryggjar B36 gullið. Tá avtornar, vinnur B36 sekstan dystir og tapir bert tveir – báðar móti HB. Liðið endar á 48 stigum, sum er met. Ein av grundunum til høga stigatalið er eisini, at hetta árið verða fyri fyrstu ferð trý stig latin fyri vunnan dyst.
Fleiri av spælarunum, eitt nú Jens Kristian Hansen, Julian Johnsson, Óli Johannesen og John Petersen, eru eisini millum teir frægastu á landsliðnum, sum hetta árið vinnur tveir HM-undandystir móti Malta og endar árið við at tapa 1-3 móti Spania, har Jens Kristian Hansen ger føroyska málið. Hugaligt er eisini, at 2. deildarliðið hjá B36 hetta árið endar næstfremst í landskappingini, men minni hugaligt er tað, at av yngru liðunum eru tað hesaferð bara smápiltarnir, sum verða føroyameistarar.
B36 er við í altjóða fótbólti á øðrum sinni. Teir spæla í intertoto-kappingini og tapa allar fýra dystirnar – 0-5 móti Genk úr Belgia, 0-5 móti Stabæk úr Noregi, 0-1 móti Dinamo Moskva úr Russlandi og 2-4 móti Panahaiki úr Grikkalandi.
Í desember hetta árið gevur B36 sína felagssøgu út í bók, nevnd ”Rennið dreingir”. Rithøvundar eru Hans Jacob Egholm, Hannis Egholm og Emil Lisberg Jacobsen.
 
---
 
The long wait is over! For the first time in 35 years, B36 finish top of the table and win the league championship.
Striker John Petersen joins from GÍ, and Serbian player-coach Tomislav Sivic arrives from VB, and these two soon show to be the final pieces missing from the jigsaw-puzzle.
The team beats everyone in the league expect HB and finishes with an astonishing 48 points out of 54 after 16 wins and 2 losses. One of the reason for this high points total is, that for the first time three points are awarded for a win. The league is decided already in the third-last round, when B36 beat VB away 2-1 in a dramatic encounter, that sees Tomislav Sivic being sent-off against his old club. The winning goal is scored in the dying seconds by midfielder Julian Johnsson, who later is given the Player of the year award.
Several of the B36 players are key players for the national team, which in 1997 beats Malta twice in the World Cup qualifying group.
B36 also plays in European competition for the second time. This time around it's in the Intertoto Cup, where the team loses all of it's four matches against Genk from Belgium (0-5), Stabæk from Norway (0-5), Dynamo Moscow from Russia (0-1) and Panahaiki from Greece (2-4).
The ladies win the cup final yet again. It's their fifth cup win since 1990, and the cup now will stay in the club house.
Julian Johnsson hevur júst skorað til 2-1 móti VB, og fáar minuttir seinni er B36 føroyameistari fyri fyrstu ferð í 35 ár
 
PHOTO 1:
Julian Johnsson has just scored the championship-winning goal against VB.
Liðskiparin Judith N. Joensen við Dagblaðssteypinum, sum B36 vann til ognar hetta árið. Hetta var fimtu ferð síðani 1990, at B36 vann steypakappingina hjá kvinnunum
 
PHOTO 2:
The ladies' team captain Judith Joensen lifts the cup.
Tomislav Sivic bleiv venjari hjá B36 í 1997 og førdi liðið til sítt fyrsta føroyameistaraheiti í 35 ár
 
PHOTO 3:
Tomislav Sivic became player-coach of B36 in 1997 and won the championship in his first season at the club.
 
1998
Jákup og John 20 og 17 mál
 
B36 megnar ikki at verja meistaraheitið og endar nummar trý aftan fyri HB og KÍ. Fleiri av spælarunum frá árinum fyri eru ikki við, og tað sæst aftur í fyrru helvt av kappingini. Tað ávirkar eisini, at spælandi venjarin Tomislav Sivic verður leikbannaður í sjey dystir eftir at hann missir tamarhaldið á sær sjálvum í hálvfinaluni í steypakappingini móti HB.
Í seinnu helvt vinnur B36 sjey dystir á rað, millum annað ein 10-0 sigur í Sumba. Jákup á Borg verður besti málskjútti í deildini við 20 málum, og John Petersen ger 17 mál, men málini eru ikki nóg mikið til at lyfta B36 upp um føroyameistararnar HB og silvurvinnararnar KÍ.
Í Europa Cup kappingini fyri meistaralið møtir B36 ísraelsku meistarunum Beitar Jerusalem. B36 tapti 1-4 í Ísrael og 0-1 á Svangaskarði.
Stoltleikin hjá B36 hetta árið er fyrst og fremst á kvinnusíðuni. Kvinnurnar verða føroyameistarar. Avgerðin fellur í næstsíðsta dystinum, sum B36 vinnur 1-0 móti LÍF í Leirvík. Málið ger Sólvá Joensen, sum fáar minuttir seinni brýtur øklaknútin og er á veg í sjúkrabili suður á Landssjúkrahúsið, tá liðfelagarnir fegnast um gullið í Leirvík. Saman við kvinnunum eru pinkurnar einastu føroyameistarar hjá B36 hetta árið.
 
---
 
Dynamic midfielder Julian Johnsson is signed by Norwegian club Kongsvinger, and B36 cannot retain their title but finish the season in third place. Several of the players from the championship-winning season the year before have left the team, and the re-shuffled team suffers in the first half of the season. It does not help it's cause, that player-coach Tomislav Sivic is banned for seven matches after losing control in the cup semi-final against HB, which is lost on aggregate.
In the second half of the season, B36 win seven games in a row, amongst them an emphatic 10-0 win away to newcomers Sumba, equaling the club record for biggest win, set in 1945. Jákup á Borg finishes the season as league top scorer with 20 goals, and John Petersen is right behind him on 17 goals. But the goals are not enough to lift B36 above champions HB and runners-up KÍ.
B36 face Israeli champions Beitar Jerusalem in the European Champions Cup qualifying round and lose 1-4 away and 0-1 at home.
The ladies' team secure the championship in the second-last round with a 1-0 win away to LÍF Leirvík. Sólvá Joensen scores the only goal of the game, but is in an ambulance on her way to hospital with a broken ankle, when the match finishes and her team-mates celebrate the title.
 
1999
Á Tórsvølli
 
Undan kappingarbyrjan fær B68 størstu umrøðuna, tí felagið av Toftum sum nakað heilt nýtt hevur fingið ikki færri enn fýra brasilskar spælarar í hópin. Hetta árið hevur B36 eitt av sínum bestu liðum yvirhøvur, og spælið er mangan glæsiligt, men spurnartekn kunnu lættliga setast við ungarska málverjan Janos Timar, sum verjir B36-málið fyrru helvt av kappingini.
B36 endar trý stig aftan fyri KÍ og tvey aftan fyri GÍ. Í næstsíðsta umfari, tá B36 hevur mist FM-møguleikan, spælir liðið ein av sínum bestu dystum í nógv ár og vinnur 2-0 móti KÍ. Hendan dagin vóru nógv sum hildu, at rætti føroyameistarin spældi í hvítum og svørtum... Góða spælið sæst eisini aftur í, at B36 endar kappingina við málmuninum 52-22, samanborið við gullvinnaran KÍ, sum hevur 38-19 í málmuni. Jákup á Borg verður toppskorari í deildini við 17 málum, og beint í hølunum á honum er John Petersen við 16 málum. Í kvinnudeildini verður Rakul N. Joensen toppskorari, men liðið endar við silvurmerkjum aftan fyri HB.
B36 kemur eisini í steypafinaluna, men tapir hana 1-3 móti KÍ. Jens Kristian Hansen ger málið hjá B36. Unglingarnir og dreingirnir tapa eisini sínar steypafinalur.
Í Evropa møtir B36 turkiska Ankaragücü í UEFA Cup kappingini, men tapir báðar dystirnar 0-1. Heimadysturin verður spældur á nýggja Tórsvølli í Gundadali. Í næsta umfari møtti Ankaragücü spanska stórliðnum Atlético Madrid.
Piltar (heilan vøll) standa fyri einasta føroyameistaraheitinum hjá B36 hetta árið, men grund er til at fegnast um, at B36 eisini vinnur 3. deild og tískil aftur fær lið í 2. deild næsta ár.
 
---
 
Faroese football becomes even more global, as B68 Toftir strengthen their squad with no less than four Brazilian players. B36 has one of the best teams in the history of the club and plays some very attractive football, even though the new erratic goalkeeper Janós Timar is shipped back to Hungary halfway through the season. B36 finish yet again in third, three points adrift of Champions KÍ and two behind second-placed GÍ. In the second-last round, when the title chance is vanished, B36 beat league leaders KÍ 2-0 in an excellent performance. The entertaining football played by the team shows in the number of goals scored: 52 compared to champions KÍ's 38 goals. Jákup á Borg is league top scorer yet again with 17 goals, and John Petersen nets 16 times.
B36 reach the cup final, but lose 3-1 against KÍ. Jens Kristian Hansen scores the B36 goal.
In the UEFA Cup, B36 play Turkish side Ankaragücü and lose both games 1-0. In the next round Ankaragücü face Spanish giants Atlético Madrid.
At the end of the season, Tomislav Sivic announces his intention to leave the club.
 
2000
Frá Pella til Piotr
 
B36 byrjar, har teir sleptu árið fyri, og vinna fimm teir fyrstu dystirnar í landskappingini. So kemur stígur í, og grundin skal helst finnast í, at aftan á 4. umfar fer John Petersen til Íslands at spæla.
Fyri fyrstu ferð hevur B36 svenskan venjara. Tað er Per Olov ”Pelle” Andersson, sum eisini hevur vongin Håkan Lundholm við sær. Hvørgin teirra eydnast serliga væl, og aftan á 15. umfar eru teir báðir farnir av landinum aftur. Hinir nýggju útlendingarnir, litaviski verjuspælarin Darijus Magdisauskas og polski áleyparin Maciej Maryniak, hava heldur ikki neyðuga støðið, og enski áleyparin Nathan Haslan fær bara 19 minuttir í einum dysti móti KÍ. Tað verður eitt sindur betri, tá Piotr Krakowski avloysir Pelle miðskeiðis í kappingini, og restina av árinum brúkar hann mestsum bara spælarar, sum eru uppaldir í felagnum, men B36 endar á einum skuffandi 6. plássi. Púra óvæntað verður VB føroyameistari fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.
Størsta vónbrotið kemur í UEFA Cup kappingini, har B36 tapir heili 8-0 móti danska AB. Returdystin á Tórsvølli vinna danir 1-0.
Í steypakappingini spælir B36 eina góða fjórðingsfinalu móti HB, men tapir eftir brotssparkskapping. Seinni vinnur GÍ finaluna móti HB – hetta er fyrsta finala, sum verður spæld á Tórsvølli.
Í yngru deildunum er heldur ikki so nógv at heinta hetta árið. Gentur 14-17 ár vinna einasta føroyameistaraheitið til B36 í 2000.
 
---
 
B36 start the season, where they left off the year before, and have a 100 per cent record after the first five rounds of matches. But after round 4 key player John Petersen leaves the club to play for Leiftur in Iceland, and the whole team is affected.
For the first time ever B36 employ a coach from Sweden. Per Olov Andersson is the new boss, and he brings Swedish winger Håkan Lundholm to the club, but neither coach nor player is a succes, and after 15 rounds they have both left the club. The other new foreign players, Lithuanian defender Darijus Magdisauskas and Polish striker Maciej Maryniak, do not bring enough to the team, and English striker Nathan Haslam only plays 19 minutes against KÍ.
Results improve under new Polish coach Piotr Krakowski, who relies heavily on B36's own youth products, but the final position of sixth is a huge disappointment. VB is the surprise package this season and win their first championship ever. The title is decided in the final round, when VB beat B36 in Tórshavn.
However, the biggest disappointment is in the UEFA Cup, where B36 is humiliated 8-0 by Danish side AB, who also win the return leg in Tórshavn 1-0.
In the cup, B36 are eliminated in the quarter-final after losing a penalty shoot-out to HB.
 
2001
Greipuvinnari
 
Nýggj øld og nýggjar tíðir. Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður B36 bæði føroyameistari og steypavinnari, og í so máta er hetta besta árið nakrantíð hjá besta mansliðnum. John Petersen er komin aftur úr Íslandi og ger góðan mun. Tað sama gera Heðin á Lakjuni, sum er komin úr KÍ, og Pól Thorsteinsson, sum eins og John Petersen er komin heim aftur úr Íslandi. Arnbjørn Danielsen og Egil Zachariasen (á Bø) fylla væl í verjuni, men nógvir av mest týðandi spælarunum eru uppaldir í B36: Jens Kristian Hansen, Jákup á Borg, Tróndur Vatnhamar, Kenneth Jacobsen, Jan Guttesen og Klæmint Matras eru millum teir mest eyðsýndu.
B36 spælir 18 dystir í landskappingini og vinnur 15 av teimum. Ein av sigrunum er móti FS Vágum, sum verður sent vestur um við einum knúsandi 15-0 tapi. Hetta er størsti sigur nakrantíð í føroysku landskappingini. Heðin á Lakjuni ger fimm av málunum, men kemur ikki í námind av metinum hjá Herlufi Mikkelsen, sum í 1945 gjørdi átta mál í 10-0 sigri móti HB.
B36 vinnur allar heimadystirnar, og einastu mistu stigini eru í Runavík (0-0 í 1. umfari), í Gøtu (1-3 í 4. umfari) og í Vági (1-2 í 18. og seinasta umfari). Fýra stig eru niður til GÍ á silvurplássinum og so heili 15 stig niður til B68, sum fær bronsu.
GÍ hevur eisini eitt sera sterkt lið hetta árið, og hóast B36 missir heilt fá stig, er tað ikki fyrr enn í 13. umfari, tá teir vinna 3-1 á GÍ í Gundadali, at teir yvirhála gøtumenn og taka oddasessin. FM-heitið verður tryggjað í næstsíðsta umfari við 1-0 sigri móti HB, og so hevur liðið ráð til at tapa seinasta dystin í Vági. Tá hava teir vunnið 13 dystir á rað!
Í steypakappingini møtast B36 og HB heili fýra ferðir. Fyrst tvær ferðir í innleiðandi bólkaspælinum, har tað endar 1-1 báðu ferðirnar. So aftur í hálvfinalunum, har B36 vinnur fyrra dystin 3-1 og tapir tann seinna, men bara 1-0. Finalan stendur móti KÍ í kolandi stormi ólavsøkudag á grasinum á Tórsvølli. B36 vinnur 1-0 við málinum, sum Jens Kristian Hansen ger miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Smápiltar og Gentur 10-12 vinna eisini FM hetta árið.
Ein stórhending í felagnum er í apríl, tá enska stórfelagið Arsenal ger sáttmála við bert 15 ára gamla Inga Højsted.
 
---
 
After the disappointment of 2000, B36 has a lot to celebrate in 2001, as the club wins the double for the first time ever. John Petersen returns from his short spell in Iceland and makes a huge impact along with KÍ winger Heðin á Lakjuni and former VB defender Pól Thorsteinsson, who also joins from Icelandic club Valur. But many of the key players are products of the club's own youth set-up: Midfielder Jens Kristian Hansen, winger-turned-striker Jákup á Borg, goalkeeper Tróndur Vatnhamar, wingback Kenneth Jacobsen and midfielders Jan Guttesen and Klæmint Matras are all born-and-bred B36 players with black and white blood running through their veins.
B36 play 18 league games and win 15 of them, including a 100 percent home record. One win is an incredible 15-0 drubbing of FS Vágar – an all-time record in Faroese league football. Heðin á Lakjuni scores five goals, but is nowhere near Herluf Mikkelsen's record of eight goals in a 10-0 win against HB in 1945. The team finishes four points above GÍ in second and an entire 15 points ahead of B68 in third. When B36 lose away to VB in the last round, the title is already in the bag, but VB's win puts a halt to a 13-match winning streak from B36.
B36 win the cup final 1-0 against KÍ. Midway through the second half Jens Kristian Hansen scores the only goal of the game, which is played in extremely poor weather conditions with strong winds and pouring rain.
As a proud reminder of the excellent youth system within the club, 15 year old youngster Ingi Højsted signs an apprentice contract with English giants Arsenal FC.
Føroyameistarar og steypavinnarar 2001
 
PHOTO 1:
Double winners 2001.
Í triðsíðsta umfari var B36 aftan fyri móti KÍ í Klaksvík, men síðstu tíggju minuttirnar skoraðu Egil á Bø og John Petersen, so B36 vann 2-1
 
PHOTO 2:
(L-R) John Petersen, Heðin á Lakjuni and Jens Kristian Hansen celebrate Petersen's goal against KÍ. B36 were 1-0 down, but goals from Egil á Bø and John Petersen in the final ten minutes secured a 2-1 win.
Ingi Højsted var bara 15 ára gamal, tá hann fekk sáttmála við enska stórfelagið Arsenal
 
PHOTO 3:
At the tender age of 15, Ingi Højsted signed a contract with Arsenal FC.
 
2002
Halda ikki støðið
 
Eftir framúrskarandi úrslitini í 2001 kundi tað næstan bara ganga aftureftir í 2002. B36 hevur tað sum oftast trupult árið eftir eitt meistaraár, og 2002 er einki undantak. Piotr Krakowski er framvegis venjari, men serliga fyrra helvt er vánalig. Heðin á Lakjuni er farin til KÍ, og Pól Thorsteinsson er farin til NSÍ, og harumframt er Jens Kristian Hansen skaddur tað mesta av árinum. Tað batnar eitt sindur eftir summarsteðgin, tá Julian Johnsson kemur aftur til felagið eftir at hava verið í Noregi og Onglandi síðani 1998, men heilt gott verður tað ongantíð, og B36 endar árið sum nummar fimm, beint uttan fyri evropeisku plássini. Minniligasti dysturin í landskappingini er móti HB. B36 endar dystin við bert níggju monnum, men klárar at halda fast og vinna 2-1. HB verður føroyameistari kortini.
B36 megnar heldur ikki at halda støðið í steypakappingini. Í bólkaspælinum spæla teir síðsta dystin í Vági, men á veg heim aftur má útróðrarbáturin, sum skal flyta spælararnar aftur til Havnar, venda um fyri veður, og liðið er veðurfast í Hvalba í meir enn eitt samdøgur. Fjórðingsfinaluna tapa teir 3-0 móti HB, sum endar í finaluni, men tapir hana móti NSÍ.
Í Europa Cup kappingini fyri meistaralið fær B36 eitt trupult lutakast móti Torpedo Kutaisi úr Georgia. Fyrra dystin í Georgia tapir B36 5-2, og seinni dysturin á Tórsvølli endar 1-0 til gestirnar.
Gentur 14-17 ár standa fyri einasta føroyameistaraheitinum til B36 hetta árið.
 
---
 
Obviously it would be hard to emulate the results from 2001, and history shows, that B36 usually struggle the year after winning the league. The year 2002 is no expection to the rule.
Piotr Krakowski, who started as caretaker-coach in 2000, is still head coach, but the first half of the season sees some poor results and performances. Heðin á Lakjuni has signed up with KÍ, and Pól Thorsteinsson has joined NSÍ Runavik. Jens Kristian Hansen struggles with injuries for most of the season. Things improve slightly in the second half of the season. Julian Johnsson returns to the club after five years with spells at Norwegian clubs Kongsvinger and Sogndal as well as English outfit Hull City, but the magic from last season is never refound, and a final position in fifth place means, that B36 miss out on European football the following season. The most memorable match this season is a 2-1 win against HB after B36 finish the game with only nine men. But HB win the league and knock B36 out of the cup in the quarter-final with a convincing 3-0 win.
In the European Champions League qualifying round B36 face Georgian champions Torpedo Kutaisi and lose 2-5 in Georgia and 2-6 on aggregate.
Í fyrsta undanumfari av Champions League møttu John Petersen og B36 georgisku meistarunum Torpedo Kutaisi. Úrslitini vóru 2-5 á útivølli og 0-1 á heimavølli
 
PHOTO 1:
John Petersen in action against Torpedo Kutaisi in the Champions League qualifying round.
Julian Johnsson, John Petersen og Jákup á Borg vóru tríggir av profilunum á besta mansliðnum í 2002
 
PHOTO 2:
L-R: Julian Johnsson, John Petersen and Jákup á Borg were key players for B36 in 2002.
Gentur 14-17 ár vunnu einasta føroyameistaraheitið hjá B36 í 2002. Aftast frá vinstru: Levi Nybo (venjari), ?, Unn Kragesteen, Heidi Hansen, Helena á Krákusteini, Ása á Neystabø, Birita Christiansen, Selma Erol og Elmar Viðarsson (venjari).
Fremst frá vinstru: Lív Horsdal, ?, ?, Elsa Maria M. Olsen, Ása Christiansen, Annika á Borg og ?
 
PHOTO 3:
The only silverware for B36 in 2002 came in the girls' league (age group 14-17 years).
 
2003
Steypavinnarar á ólavsøku
 
B36 fótar sær aftur og endar við at vinna steypakappingina og fáa silvur í landskappingini. Meistaraheitið fer til HB, sum endar fýra stig omanfyri. Byrjanin hjá B36, sum nú hevur fyrrverandi HB-venjaran Ion Geolgau við stýrisvølin og nú 32 ára gamla Allan Mørkøre aftur á liðnum fyri fyrstu ferð síðani 1994, er annars serstakliga vánalig, og liðið fær bert eitt stig fyrstu trý umførini. Men so vinnur B36 sjey dystir á rað – millum annað 7-1 á KÍ og 4-0 á GÍ – og meldar seg inn í oddastríðið. Móti endanum av kappingini fer Julian Johnsson til Íslands at spæla, men árið er mestsum liðugt kortini. Í næstsíðsta umfari tapir B36 1-2 móti HB, sum harvið tryggjar sær meistaraheitið annað árið á rað.
Steypafinalan ólavsøkudag á Tórsvølli verður vunnin 3-1 móti GÍ eftir longda leiktíð. Gøtumenn eru á odda í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki javnar Jens Kristian Hansen, sum harvið skorar í síni triðju steypafinalu – hinar vóru í 1999 og í 2001. Í umdystinum skora John Petersen og Jákup á Borg, og so er ólavsøkan bjargað.
 
---
 
A good season, as B36 win the cup and finish as runners-up in the league, four points behind HB.
The double winning coach Piotr Krakowski is replaced by Romanian Ion Geolgau, who won the title with HB in 1998. Allan Mørkøre, now 32, returns to the club for the first time since 1994, but the league start is poor with only a single point after the first three rounds. But then B36 goes on a seven game winning streak – among them a 7-1 thrashing of KÍ and a 4-0 win against GÍ. But the poor start proves to be costly towards the end, and when HB beat B36 2-1 in the penultimate round, they clinch the title for the second year in a row.
B36 win the cup final in late July after extra-time, beating GÍ 3-1. GÍ has the lead at half-time, but Jens Kristian Hansen scores the equaliser in the second half. Hansen also scored in the cup finals in 1999 and 2001. Goals from John Petersen and Jákup á Borg in extra-time win the cup.
Liðskiparin John Petersen við løgmanssteypinum, sum B36 vann eftir 3-1 sigur móti GÍ í finaluni á ólavsøku
 
PHOTO 1:
Captain John Petersen raises the cup.
Jens Kristian Hansen hevur júst skorað í síni triðju steypafinalu á rað, og so er 1-1. Í longdu leiktíðini gera John Petersen og Jákup á Borg eisini mál, so B36 vinnur 3-1
 
PHOTO 2:
Jens Kristian Hansen (centre) has scored in three consecutive cup finals for B36 – in 1999, 2001 and 2003.
 
2004
Eyðmýking í Evropa
 
Annað árið á rað fær B36 silvur í landskappingini, sum nú eitur Formuladeildin, men hesaferð eru heili sjey stig upp til HB, sum vinnur meistaraheitið triðju ferð upp í slag, nú við Jákupi á Borg á liðnum.
Nýggir á B36-liðnum eru brasilski vongverjin Alex José dos Santos, sum kemur úr danska Frem, og miðvingarnir Jóhannis Joensen og so Jens Erik Rasmussen, sum tó ikki verður drúgvur og bert spælir 12 dystir á besta liðnum. Venjari er Jóannes Jakobsen, sum hevur Magna Mohr afturat sær sum hjálparvenjara. Liðið stendur seg sum heild væl í kappingini, men fær onki gjørt við HB, ið er rættiliga sterkt um hetta mundið.
Í steypakappingini verður B36 steðgað í fjórðingsfinaluni, tá VB vinnur eftir javnleik og brotssparkskapping í Gundadali. HB vinnur eisini steypakappingina við finalusigri móti NSÍ.
Stóra eyðmýkingin hetta árið kemur í UEFA Cup-kappingini. B36 tapir fyrra dystin á heimavølli móti lettiska Metalurgs Liepajas 1-3, men í returdystinum má B36 leggja rygg til stórtap upp á 1-8. Fyrireikingarnar til dystin eru ikki av teimum bestu, og tað sæst aftur í úrslitinum.
 
---
 
The real shock of the 2004 season comes already in December 2003, as arch-rivals HB announce the signing of B36 crowd-favorite Jákup á Borg, who needs a new challenge after playing in the B36 first team since 1996.
For the first time, the 1. deild gets it's own sponsor and thus changes name to Formuladeildin. B36 yet again finish as runners-up to HB, but this time around a whole seven points adrift of the league winners.
Former international captain Jóannes Jakobsen is the new coach, and new assistant coach/fitness coach is Magni Mohr.
New players in the B36 team this season are Brazilian wingback Alex José dos Santos, who joins from Danish club Frem BK, and defender Jóhannis Joensen and skillful attacking midfielder Jens Erik Rasmussen. The team shows some good football, but cannot threaten the strong double-winning HB-team.
B36 are eliminated in the quarter-final of the cup by VB after extra-time and penalties.
And another European humiliation is on the cards. In the UEFA Cup, B36 lose the first leg at home 1-3 against Metalurgs Liepajas from Latvia, and the return leg finishes in a disastrous 1-8 defeat.
B36 tapir 1-3 á heimavølli móti Metalurgs Liepajas, og á útivølli gongur heilt galið. Har tapir B36 1-8
 
PHOTO 1:
Allan Mørkøre and the rest of the team had a hard time against Metalurgs Liepajas in the UEFA Cup.
Jens Erik Rasmussen var á vøllinum 12 ferðir fyri B36 í 2004
 
PHOTO 2:
Attacking midfielder Jens Erik Rasmussen was one of the new players in the B36 team in 2004.
Jóannes Jakobsen og Magni Mohr vóru venjarar hjá besta mansliðnum í 2004
 
PHOTO 3:
Magni Mohr (far left) and Jóannes Jakobsen took charge of the team after negotiating contracts with chairman Kristjan á Neystabø (far right).
Besta kvinnuliðið hjá B36 í 2004. Aftast frá vinstru: Jacob Thomsen (venjari), Alice, Ása Christiansen, Elsa Maria M. Olsen, Ása á Neystabø, Unn Kragesteen, Súsanna Hansen, Beinta Joensen og Elsebeth Jónsson.
Fremst frá vinstru: Lív Horsdal, Selma Erol, Rósmary Haraldsen, Laila Jespersen, Rannvá Johannessen, Durita Rouch og Anja Weyhe
 
PHOTO 4:
The ladies' first team in 2004.
 
2005
Føroyameistarar og víðari í Evropa
 
Besta mansliðið er rættiliga nógv broytt, tá lagt verður til brots í 2005. John Petersen hevur eftir trúgva tænastu takkað fyri seg, og nýggir í hópinum eru landsliðsspælararnir Jákup Mikkelsen og Fróði Benjaminsen umframt Mikkjal Thomassen og nigerianski áleyparin Obi Onyebuchi og so Ingi Højsted, sum er komin heim aftur eftir fýra skaðamerkt ár í Arsenal. Av øðrum leikarum fer eitt nú Bergur Midjord veruliga at gera vart við seg á besta liðnum. Sigfríður Clementsen er nú høvuðsvenjari, og hjálparvenjari er framvegis Magni Mohr, sum fyrst og fremst skal taka sær av fysisku venjingini. Og tað er ivaleyst neyðugt, tí fyri fyrstu ferð skulu 27 umfør spælast í kappingini og ikki bert 18, sum tað hevur verið síðani 1988.
Byrjanin er einki serlig – eitt 0-1 tap á heimavølli móti NSÍ og síðani 0-0 á Tvøroyri – men skjótt sæst, at knotur eru í hesum nýggja liðnum, og til endans verður seinasta umfarið eitt tað mest spennandi í landskappingini nakrantíð.
Á síðsta leikdegi hava B36, HB og Skála øll møguleikan fyri at gerast føroyameistari. B36 hevur 51 stig, og HB og Skála hava 50 stig í part. B36 og HB møtast í Havn, og vinnarin av tí dystinum verður meistari. Endar dysturin í Havn javnur, kann Skála við einum sigri á heimavølli móti GÍ – sum í sínum lag stríðist móti niðurflyting – strúka avstað við meistaraheitinum. Enda báðir dystirnir javnir, er B36 føroyameistari.
Tað verður ein gysari. HB kemur á odda beint fyri hálvleik og liggur tí til at vinna sítt fjórða meistaraheiti á rað. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnar Allan Mørkøre. Samstundis er Skála á odda móti GÍ, og tí liggja skálamenn, nú til at vinna FM. Men bert í níggju minuttir. Tá skorar Fróði Benjaminsen til 2-1, og B36 vinnur dystin og sítt áttanda meistaraheiti. Dysturin á Skála endar 2-2, og tí fær HB silvurmerkini og Skála bronsu.
Í steypakappingini, har tað nú verður gingið burtur frá einum innleiðandi bólkaspæli og í staðin spælt eftir cup-skipanini frá byrjan, verður B36 dømt at tapa fyrsta dystin móti Skála, tí liðið hevur brúkt ein ólógligan leikara.
Men tað er í UEFA Cup-kappingini, at B36 skrivar søgu hetta árið. B36 møtir ÍBV úr Íslandi, og fyri fyrstu ferð eydnast tað einum føroyskum liði at spæla seg víðari í evropeiskari kapping. Eftir ein spennandi 1-1 javnleik á Vestmannaoyggjum vinnur B36 2-1 á Tórsvølli. Í næsta umfarinum bíðar danska liðið FC Midtjylland, og tað verður meira spennandi, enn tey flestu høvdu roknað við. B36 stendur seg væl í fyrra dystinum í Herning og tapir bert 2-1, tá Ingi Højsted minkar um munin seint í dystinum. Í returdystinum á Tórsvølli skorar Bergur Midjord beinanvegin, og so er B36 knappliga víðari samanlagt. Danir koma tó yvir skelkin og fáa tvey mál í fyrra hálvleiki, og so er samlaði dysturin í roynd og veru avgjørdur. Allan Mørkøre fær tó javnað til 2-2, sum verður endaliga úrslitið, og harvið endar ivaleyst flottasta úrslitarøð hjá nøkrum føroyskum felag í Evropa: B36 spælir fýra UEFA-dystir hetta árið, har ein verður vunnin og bert ein verður taptur tepurt.
 
---
 
Yet again B36 ring the changes for a new year with a new squad. Sigfríður Clementsen, who was part of the 1997 championship-winning team, is made new head coach, and assistant Magni Mohr continues as fitness coach. John Petersen retires from the team, but new goalkeeper Jákup Mikkelsen and midfielder Fróði Benjaminsen add international experience to the side. Nigerian striker Obi Onyebuchi is brought in as Petersen's replacement, and the midfield area is further boosted by Mikkjal Thomassen, and Ingi Højsted makes a return to B36 after four injury-plagued years at Arsenal. Young winger/striker Bergur Midjord also starts to make his mark on the team.
The Formuladeildin is expanded to 27 rounds, where each club plays each other three times instead of two. This demands a strong squad, and fitness coach Magni Mohr does some excellent work with the players for them to stand the distance in the longest Faroese football season in history.
The league kicks off with a 1-0 loss at home to NSÍ, followed by a goalless draw away to TB, but the team soon regains it's footing, and the final round turns out to be the most exciting ever. B36, HB and newcomers Skála are all in with a chance for the title on the final day of the season. B36 are top with 51 points, while HB have 50 and Skála have 49 points. B36 and HB meet in a local derby on final match day, and the winning team will be crowned champions. If the match finishes in a draw, however, a win for Skála at home to relegation-threatened GÍ will give them the title.
HB take the lead just before half-time and look set for a fourth consecutive title, but Allan Mørkøre hits the equaliser midway through the second half. Meanwhile, Skála has taken the lead against GÍ and is now top of the table. But only for nine minutes. Fróði Benjaminsen scores the all-important goal for B36 on 74 minutes, B36 win the match and the league after the most dramatic ending ever.
In the cup, B36 lose by default to Skála after using an unregistered player, but the club plays itself into the history books of Europe this season. In the UEFA Cup B36 face ÍBV from Iceland. After drawing 1-1 away in the first leg, the team beats ÍBV 2-1 at home and goes through to the next round, being the first Faroese club ever to do so through proper play (HB advanced to the next round in the early 1990's by forfeit from opponent RAF Latvija). In the next round, B36 meet Danish side FC Midtjylland and score an away goal in a 2-1 defeat in the first leg. In the return leg, Bergur Midjord gives B36 a shock start, but FC Midtjylland score twice before half-time, and the match finishes 2-2. B36 lose 4-3 on aggregate, but can look back on a European job well done.
Gullrómur í Gundadali eftir eitt sera spennandi síðsta umfar, har B36, HB og Skála øll kundu vinna meistaraheitið
 
PHOTO 1:
Crowd and players alike go wild after winning the championship in probably the most dramatic finish ever to a season.
Pól Thorsteinsson tekur ímóti FM-steypinum frá Óla Holm úr FSF
 
PHOTO 2:
Captain Pól Thorsteinsson accepts the league trophy from FSF-president Óli Holm.
Føroyameistarar!
 
PHOTO 3:
Champions!
Føroyameistarar 2005
 
PHOTO 4:
League champions 2005.
B36 til reiðar at taka dystin upp við FC Midtjylland.
Aftast frá vinstru: Klæmint Matras, Alex José dos Santos, Allan Mørkøre, Mikkjal Thomassen, Bergur Midjord og Fróði Benjaminsen.
Fremst frá vinstru: Bárður H. Joensen, Jákup Mikkelsen, Pól Thorsteinsson, Ingi Højsted og Niels Joensen
 
PHOTO 5:
B36 before the start of the match against FC Midtjylland in the UEFA Cup.
Back row L-R: Klæmint Matras, Alex José dos Santos, Allan Mørkøre, Mikkjal Thomassen, Bergur Midjord and Fróði Benjaminsen.
Front row L-R: Bárður H. Joensen, Jákup Mikkelsen, Pól Thorsteinsson, Ingi Højsted and Niels Joensen.
Frá vinstru Mikkjal Thomassen, Allan Mørkøre, Bergur Midjord og Niels Joensen, eftir at B36 hevur fingið mál móti FC Midtjylland á Tórsvølli. Dysturin endaði 2-2
 
PHOTO 6:
L-R: Mikkjal Thomassen, Allan Mørkøre, Bergur Midjord and Niels Joensen celebrate Mørkøre's goal to 2-2 against FC Midtjylland, but B36 lose 4-3 on aggregate.
 
2006
Víðari í Champions League
 
Heldur ikki í 2006 eydnast tað B36 at verja eitt føroyameistaraheiti. EB/Streymur liggur leingi til at vinna kappingina, men við einum góðum endaspurti megnar HB at yvirhála teir á sjálvari málstrikuni. B36 fær triðja plássi, men er ongantíð veruliga nær meistaraheitinum, hóast liðið er styrkt við sterka áleyparan Ahmed Davy Sylla úr ÍF, Hanusi Thorleifsson, sum er komin av Skála, og Símini Hansen úr B71. Avgjørda hæddarpunktið í landskappingini er, tá liðið vinnur 6-0 móti HB.
Tað liggur betur fyri í steypakappingini, sum verður tann drúgvasta nakrantíð. Orsøkin er eitt kærumál, sum VB/Sumba letur inn móti HB, sum sambært suðuroyingunum hevur brúkt ein ólógligan leikara. Málið dregur út, og tí verður finalan ikki spæld fyrr enn 14. oktober undir ljóskastarunum á Ovara vølli í Gundadali. B36 hevur tá vunnið sær pláss í finaluni eftir tvær spennandi hálvfinalur móti EB/Streymi, sum enda við brotssparkskapping. Í finaluni bíðar KÍ, og her vinnur B36 uppiborið 2-1 við málum av Fróða Benjaminsen og Sylla.
Størsta bragdið verður tó enn einaferð framt í Evropa, har B36 annað árið á rað spælir seg víðari. Hesaferð er tað í kappingini fyri meistaralið, har B36 ger bart og vinnur 3-0 á útivølli móti Birkirkara av Malta. Returdysturin endar 2-2. Lønin er tveir dystir móti turkiska stórliðnum Fenerbahçe í næsta umfari, og har er einki at gera. B36 tapir 0-4 í Istanbul og 0-5 á Tórsvølli, men enn einaferð hevur B36 staðið seg betur enn vanligt í Evropa.
 
---
 
Yet again B36 fail to defend their championship crown. HB win the title after a close run-in with EB/Streymur finishing second. B36 claim third spot, but never really threaten the top two. New signings are Ivorian striker Ahmed Davy Sylla from ÍF, midfielder Hanus Thorleifsson from Skála and striker Símin Hansen from B71. The best result in the league is a remarkable 6-0 derby win against HB, who use it as a wake-up call and go undefeated through the rest of the season to win the league!
B36 win the cup again after a deserved 2-1 victory in the final against KÍ. Fróði Benjaminsen and Sylla provide the goals for B36.
The best results are in the Champions League qualifying round, where B36 beat Birkirkara of Malta 3-0 away in the first leg. The return leg finishes 2-2, and for the second year in a row B36 go on to the next round in Europe. The draw pairs the club with Turkish giants Fenerbahçe. B36 stand no chance and lose 4-0 away og 5-0 at home.
Eitt av hæddarpunktunum í landskappingini í 2006 var ein minniligur 6-0 sigur móti HB
 
PHOTO 1:
Bergur Midjord has good reason to celebrate after a remarkable 6-0 win against HB in the league.
Eftir at hava vunnið 3-0 í fyrra dystinum móti maltesisku meistarunum Birkirkara bleiv tað 2-2 á Tórsvølli, og harvið komu Sylla og B36 víðari í Champions League undankappingini
 
PHOTO 2:
Ahmed Davy Sylla in action against Birkirkara of Malta in the 2-2 home draw.
Á Sükrü Saraçoglu Stadion í Istanbul til reiðar til dyst móti Fenerbahçe
 
PHOTO 3:
B36 ready to face Fenerbahçe SK at the Sükrü Saraçoglu Stadium in Istanbul.
Back row L-R: Ahmed Davy Sylla, Klæmint Matras, Kenneth Jacobsen, Fróði Benjaminsen and Jákup Mikkelsen.
Front row L-R: Obi Onyebuchi, Hanus Thorleifsson, Bergur Midjord, Alex José dos Santos, Herbert í Lon Jacobsen and Niels Joensen.
Bergur Midjord er ein av raskastu málskjúttum hjá B36 í Evropa, men móti Fenerbahçe mátti sjálvt hann boyggja seg fyri yvirvøldini
 
PHOTO 4:
Bergur Midjord er B36's best goal-scorer in European competition, but could not do anything against the Fenerbahçe stars.
Fenerbahçe SK úr Turkalandi man vera sterkasta lið, B36 nakrantíð hevur møtt
 
PHOTO 5:
The match ticket for probably the biggest challenge ever faced by B36.
Steypavinnarar 2006
 
PHOTO 6:
Cup winners 2006.
Fegnir fjepparar eftir sigurin á KÍ í steypafinaluni
 
PHOTO 7:
Supporters celebrate the cup final win against KÍ.
Ivaleyst langdrignasta steypakappingin í føroyskari fótbóltssøgu endaði við, at B36 vann finaluna móti KÍ 2-1
 
PHOTO 8:
Cup winners 2006.
Gott veður í Gundadali, men B36 tapti hendan dagin 1-5 móti KÍ. Møguliga vóru tað strævnu dystirnir í Champions League undankappingini, sum nú settu síni spor...
 
PHOTO 9:
One of the worst performances of the 2006 season was at home against KÍ. Sylla and B36 lost 5-1.
 
2007
Afturgongd
 
Síðani 2001 hava havnarfeløgini býtt meistaraheitini sínámillum, men tað broytist í 2007, tá NSÍ verður føroyameistari fyri fyrstu ferð. B36-liðið er ikki so nógv broytt frá árinum fyri, og enn eru Fróði Benjaminsen, Jákup Mikkelsen og Sylla millum álitini. Einastu broytingar í hópinum eru, at Símin Hansen og Obi eru farnir úr felagnum, og klaksvíkingurin Ove Nysted er komin við. Og ungi verjuleikarin Odmar Færø, sum eitur tað sama sum pápi og abbi sín, verður triðja ættarliðið við hesum navni, sum spælir við B36. Størsta broytingin er, at Kurt Mørkøre nú er venjari í staðin fyri Sigfríð Clementsen.
B36 og NSÍ kappast um oddasessin, og tá fimm umfør eru eftir, er B36 ovast við betri málmuni enn NSÍ. Men til endans skramblar alt saman. Triðsíðsti dysturin endar við einum óvæntaðum 0-1 tapi á Sandi, og so tapir B36 eisini teir báðar síðstu dystirnar móti EB/Streymi og HB og dettur tí heilt niður á triðja pláss.
Steypakappingin er eitt vónbrot, tí B36 tapir 1-3 móti AB longu í fyrsta dystinum.
Úrslitini í Evropa standa heldur ikki mát við undanfarnu tvey árini. B36 møtir litaviska Ekranas í UEFA Cup-kappingini og tapir fyrra dystin á Tórsvølli 1-3. Seinni dysturin í Litava verður eisini taptur, hesaferð 2-3.
 
---
 
Since 2001 the two big Tórshavn clubs have won every championship, but the dominance is broken in 2007 with NSÍ Runavík winning the title for the first time.
The B36 squad is almost the same as the year before, but Símin Hansen and Obi Onyebuchi have left the club. Defender Ove Nysted joins from KÍ, and young defender Odmar Færø gets his debut in the first team. He shares his name with his father and grandfather, who both also played for the B36 first team. The biggest change is, that Kurt Mørkøre is new head coach instead of Sigfríður Clementsen.
The race for the title stands between B36 and NSÍ, and with five games left to play the teams are level on points. But the B36 team implodes and loses the final three matches and finishes in third position.
In a disappointing cup match, B36 are eliminated in the first round after losing 3-1 to newcomers AB Argir.
And the high European standards set in the last two seasons cannot be upheld, as B36 loses 3-1 at home and 3-2 away to Lithuanian team Ekranas in the UEFA Cup.
Ingi Højsted og B36 møta litaviska liðnum Ekranas í UEFA Cup kappingini. B36 tapir 1-3 heima og 2-3 úti
 
PHOTO 1:
Ingi Højsted in UEFA Cup action against Ekranas.
White Tigers hava funnið síni føstu pláss í B36-húsinum
 
PHOTO 2:
The B36 support club White Tigers make themselves heard at the games.
B36-áskoðarar til dyst á Sandi
 
PHOTO 3:
Supporting the team away to B71.
 
2008
Aftur bronsu
 
Tað er eitt nógv broytt B36-lið, sum byrjar kappingarárið 2008 við Heðini Askham sum nýggjum venjara. Jákup Mikkelsen fer úr felagnum, og í hansara stað kemur ein annar klaksvíkingur, Meinhardt Joensen. Magnus Olsen kemur úr B71, og fleiri nýggir útlendingar koma eisini við. Tamas Nagy og Karoly Potemkin eru úr Ungarn, Dimitrije Jankovic er úr Serbia, og Sam Malsom er úr Onglandi. Av hesum eru tað bara Jankovic og partvíst Potemkin, sum gera veruligan mun. Størri týdning hevur tað, at Jákup á Borg nú aftur er at síggja í B36 eftir fýra ára ”útlegd” í HB, og so er hetta eisini árið, har ungi miðvallarleikarin Róaldur Jacobsen fær sítt gjøgnumbrot á besta liðnum. Gøtumaðurin og landsliðsspælarin Súni Olsen er eisini í hópinum, men spælir bert tríggjar dystir hetta árið.
Og samanumtikið eru nógvir av spælarunum ov óstøðugir, og tað sæst aftur í, at B36 hevur heili 33 ymsar spælarar á dómaraseðlinum í hesi landskappingini. Liðið endar eins og árið fyri á triðja plássi, men fær ongantíð lagt veruligt trýst á EB/Streym, sum er á odda tað mesta av árinum og endar við at vinna sítt fyrsta meistaraheiti.
B36 røkkur finaluna í kappingini um Løgmanssteypið, men tapir hana 2-3 móti EB/Streymi á Ovara vølli.
Í gomlu UEFA Cup-kappingini, sum nú eitur Europa League, fær B36 eitt spennandi lutakast, tá danska Brøndby kemur upp úr hattinum. Liðið stendur seg væl í fyrra dystinum á útivølli og tapir 0-1. Í returdystinum, sum verður spældur á nú altjóða góðkenda graslíkinum á Ovara vølli, heldur spenningurin sær ein hálvleik, men tíðliga í seinna hálvleiki skora danir og fáa so eitt afturat heilt til endans, so úrslitið verður 0-2 og 0-3 samanlagt. Men enn eitt góðkent evropeiskt avrik av B36.
 
---
 
It's an almost brand new team for the 2008 season with Heðin Askham as new head coach. Goalkeeper Jákup Mikkelsen leaves the club and is replaced by Meinhardt Joensen from KÍ. Midfielder Magnus Olsen joins from B71, and several foreign players arrive at the club: Serbian defender Dimitrije Jankovic, Hungarians Tamás Nagy and Karolý Potemkin, and striker Sam Malsom joins from Plymouth Argyle FC. Only Jankovic and partly Potemkin make a real difference in the team. The most important transfer is the return of Jákup á Borg after four years in ”exile” in HB, and young midfielder Róaldur Jacobsen breaks into the first team for the first time. International midfielder Súni Olsen is also in the squad, but for various reasons only features in three matches.
Inconsistency sums up the 2008 season, and B36 use a whole 33 different players in the 27 league games. At the end, a finish in third place is regarded as okay, but the team never threatens EB/Streymur, who win their first championship and also clinch the double after deservedly beating B36 3-2 in the final.
In the Europa League qualifying round, B36 draw Danish club Brøndby, and a narrow 1-0 defeat away from home in the first leg springs some hope of an upset, but Brøndby win the second leg 2-0.
B36 stendur seg væl á Brøndby Stadion og tapir tepurt 0-1
 
PHOTO 1:
Hanus Thorleifsson and Dimitrije Jankovic (4) in action against Brøndby in the Europa League qualifying round.
Klæmint Matras í UEFA Cup-dysti fyri B36 móti Brøndby á Ovara vølli í Gundadali
 
PHOTO 2:
Captain Klæmint Matras against Brøndby in the return leg in Tórshavn.
Karoly Potemkin úr Ungarn var vandamikil áleypari hjá B36 í 2008
 
PHOTO 3:
Hungarian striker Karolý Potemkin battles for the ball with Niclas Niclasen of Víkingur, which is a new club merger by GÍ and LÍF.
Áðrenn steypafinaluna móti EB/Streymi
 
PHOTO 4:
Before the start of the cup final against EB/Streymur in Gundadalur.