B36 søgan í orð og myndum

Skrivað av Rúni Herup Olsen

Hósdagur, 29. august 2013 14:53
 
1936
Stovnanin 28 mars 1936
 
B36 verður stovnað. Felagið var virkið longu í 1935, men stovnararnir hildu, at B36 ljóðaði betur enn B35. Almenni stovningardagurin er leygardagin 28. mars 1936. Felagið varð stovnað í Vágsbotni, í kjallaranum hjá handlinum hjá Hansinu Johannesen, sum var Undir Bryggjubakka 10. Tað er har "Reyði Krossur" heldur til í dag. Tá búðu 3600 fólk í Havn!
Onkur við tilknýti millum stovnararnar hjá B36 arbeiddi í handlinum hjá Hansinu og hevði fingið hølini til vega til stovnandi fundin. Fundurin varð hildin ein gerandisdag, tí menn komu á fund í arbeiðsklæðum. Tá var leygardagurin eisini arbeiðsdagur.
Eingin gerðabók finst fyri fyrstu árini hjá B36, men ein limabók er til skjals, har teir fyrstu limirnir standa í. Í 1936 hevði B36 25 limir: Niels A. Eidesgaard (sum eisini var fyrsti formaður felagsins), Andreas ”Bakkmann” Berg, Johannes ”Niss” Hansen, Emil ”hjá Gøtu-Jákup” Jacobsen, Hans Hendrik ”Sjeddik” Jacobsen, Jákup ”Ki” Jacobsen, Niels Juel Joensen, Sámal Kragesteen, Mortan Mørk, John Mortensen, Óli Mortensen, Johannes ”Lill” Michelsen, Eivind Mouritsen, Kjartan Nattestad, Oluf Nielsen, Napoleon Nolsøe, Richard Næs, Nichels Poulsen, Jens H. Poulsen, Poul Jacob Poulsen, Jens Pauli ”Pavva” av Reyni, Conrad Skaale, Johan við Stein, Marius Ziska og Djóni Ziska.
Í byrjanini heldur B36 seg ikki til at bjóða bestu liðunum av, og teir fyrstu dystirnir hjá felagnum eru tí móti 2. liði hjá HB. Allarfyrsti dysturin verður vunnin 3-2, men onkur stórtap eru eisini, eitt nú 1-8 móti HB.
 
 
 
Ja, Niels hevur felagið stovnað, hann formaður var fyrstu ferð...
Niels A. Ejdesgaard varð føddur 18. apríl 1892 í Oyndarfirði, har hann eisini vaks upp. Sum ungur flutti hann til Havnar og seinni til Íslands, har hann bleiv útbúgvin sum prentari. 
Hann giftist við Onnu, og saman fingu tey ein son, Leivur.
Av tí at fyrstu gerðabøkurnar hjá B36 ikki eru til skjals, ber ikki til at siga, um Niels varformaður í meir enn tað eina árið, men tað var hann allarhelst ikki.
Á gamalsaldri var hann á Ellisheiminum í Havn, har hann andaðist 22. januar 1968
 
1937
Fyrsti sigurin á grannunum
 
Tann 20. juni 1937 vinnur B36 á fyrsta sinni móti besta liðnum hjá HB. Úrslitið er 2-1, eftir at HB ger sjálvmál heilt seint í dystinum.
 
1938
Samansett lið
 
Tað finnast ikki nógvar frásagnir um B36 í 1938, men liðið spælir ein dyst móti HB og tapir 2-3. Eitt lið samansett av B36- og HB-leikarum spælir eisini móti íslendska KR. B36-ararnir á liðnum eru Kjartan Nattestad, Dánjal Pauli Berg, Richard Næs og Napoleon Nolsøe. KR vinnur 3-0.
 
1939
ÍSF stovnað
 
Føroysku ítróttarfeløgini, harímillum eisini B36, taka seg saman og stovna Ítróttarsamband Føroya, stytt ÍSF. Endamálið hjá ÍSF skal vera at menna og samskipa føroyskan ítrótt,og kann hetta roknast sum grundarsteinurin undir fótbóltslandskappingini, sum byrjar nøkur ár seinni. Og 1. juni hetta árið vinnur B36 aftur móti HB. Úrslitið er 1-0.
 
1940
Føroyar hersettar
 
Føroyar verða hersettar av bretum 13. apríl hetta árið, og tað ávirkar eisini fótbóltin. Bretsku hermenninir vilja fegnir spæla móti føroysku liðunum, men tað er ikki altíð so lætt at fáa bóltar.
 
1941
Fyrsta steypið
 
Mortan Mørk verður formaður í B36 hetta árið, tá felagið eisini vinnur sítt fyrsta steyp. Kappingin um hetta steypið byrjar longu í 1939, tá ókendir ”fyrrverandi spælarar, poste restante 80, Tórshavn” lata B36 og HB steypið at kappast um. Tí verður hetta kallað ”poste restante-steypið.” Treytirnar eru tær, at annað liðið skal vinna tríggjar dystir á rað fyri at fáa steypið til ognar. HB vinnur flestu dystirnar, men ongantíð tríggjar á rað, og í 1941 verða reglurnar broyttar, so spælast skulu tveir dystir, og liðið, sum fær flest mál, skal eiga steypið. B36 vinnur fyrra dystin 2-1, og tann 9. og seinasti dysturin um steypið tann 26. oktober 1941 endar 0-0.
 
1942
Fyrsta landskappingin
 
Fyrsta landskappingin, sum fær heitið Meistaradeildin. B36 tapir í fyrsta umfari móti SÍF og kemur tí ongan veg í kappingini, sum KÍ vinnur eftir finalusigur á TB. Hetta er í krígstíð, og B36 skal hava serligt loyvi frá bretska hersetingarvaldinum at sleppa vestur í Vágar at møta SÍF. Tað fáa teir, men treytin er, at steðgurin ikki er longri enn hálvan fjórða tíma.
 
1943
Fyrsta húsið
 
B36 fær síni fyrstu hús við skiftingarhøli og brúsu. Talan er bert um kalda brúsu, men tað er eitt munandi framstig frá fyrr, tá menn noyddust í ánna at tváa sær eftir loknan dyst. Bil-Óli byggir nýggja kiosk úti á kaiini, og tann gamla verður flutt niðan í Gundadal og sett á nakrar fjalar. Nú fara spælararnir at leggja klæðini hjá sær undir kioskina, so tey eru turr at fara í aftur eftir loknan dyst. Áðrenn hetta løgdu teir klæðini undir ein stein, men bara tann fyrst, sum legði klæðini undir steinin, fekk tey turr at fara í aftur. Hinir máttu lata sær lynda við, at um tað regnaði, ja so vóru klæðini vát, tá teir komu eftir teimum aftur.
Í mars hetta árið verður Gunnar Hansen valdur til formann í felagnum, men hann sigur seg frá bert eina viku seinni orsakað av arbeiðnum hjá sær. Nýggjur formaður verður Jákup ”Ki” Jacobsen.
Í Meistaradeildini kemur B36 í hálvfinaluna, har teir tapa 5-2 móti TB á Tvøroyri. TB verður eisini føroyameistari. Hetta árið verður eisini spælt í næstbestu deildini, sum fær navnið Meðaldeildin. HB vinnur fyrstu Meðaldeildina.
Maskinarbeiðarar á Tórshavnar Skipasmiðju lata B36 og HB eitt steyp at kappast um. HB vinnur fyrsta dystin 1-0, B36 vinnur tann næsta 2-1, og 29. august vinnur B36 eisini triðja dystin 2-1 og fær harvið Skipasmiðjusteypið til ognar.
 
1944
Eingin landskapping
 
Eingin landskapping er hetta árið, tí ov fáir bóltar eru til taks, men B36 fær sera góð úrslit móti ymsum liðum mannaðum við bretum. HB fyllir 40 ár og heldur jubileumskapping. B36 vinnur finaluna 2-1 móti HB. Hetta árið vinnur B36 eisini Brend-steypið, sum bretski keypmaðurin í Havn, Arthur Brend, letur B36, HB, Royal Navy, Force H.Q., Royal Artillery og Seafort at kappast um. Nógv halda, at um nøkur landskapping hevði verið hetta árið, hevði B36 havt góðan møguleika at vunnið hana.
 
1945
10-0 móti HB
 
Mortan Mørk, sum eisini var formaður árini 1941-42, verður formaður í B36.
Í Meistaradeildini hetta árið vinnur B36 tann 3. juni í oysandi regni 10-0 móti HB. Hetta er enn í dag størsti sigur nakrantíð í landskappingardysti millum havnarliðini. Herluf Mikkelsen ger átta mál og man tað vera nakað av tí mesta, ein einstakur spælari hevur gjørt í einum dysti í landskappingini yvirhøvur. B36 endar tó aftan fyri KÍ í bólkinum, og KÍ vinnur eisini meistaraheitið hetta árið.
 
1946
Føroyameistari fyrstu ferð
 
Sunnudagin 18. august 1946 verður B36 føroyameistari á fyrsta sinni – bert tíggju ár eftir at felagið varð stovnað. Finalan verður spæld í Gundadali móti VB, og B36 vinnur 3-1 eftir fyrr á árinum at hava vunnið móti KÍ og HB í innleiðandi bólkinum. Hetta er samstundis seinasta árið, at landskappingin er býtt upp í bólkar og endar við eini finalu. Eftir hetta spæla øll liðini móti øllum.
 
 
 
PHOTO:
The first champions of 1946.
Back row L-R: Arnold Hansen, Nichels Poulsen, Óli Jógvan Guttesen, Herluf Mikkelsen and Jimmy McIntosh.
Middle row L-R: Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Karl Johan Hansen and Mortan Mørk.
Front row L-R: Tórleif Davidsen, Kriss Guttesen and Kjartan Nattestad
 
1947
Arnold Hansen formaður
 
Arnold ”Alli” Hansen verður formaður í B36. Hann røkir sessin heilt fram til 1975.
Sjey lið eru við í Meistaradeildini hetta árið, men TB er ikki eitt av teimum. B36 stendur seg einki serliga væl hetta árið, og SÍ verður føroyameistari, men B36 vinnur hinvegin Meðaldeildina á fyrsta sinni. Fyri fyrstu ferð verður eisini spælt í eini Dreingjadeild, sum KÍ vinnur.
Í november hetta árið skipar Martin Holm fyri innanduravenjing í fimleikarhøllini í býnum. Vónin er, at leikararnir við hesum fóru at vera betur fyri til komandi fótbóltsárið.
 
1948
Føroyameistari
 
B36 verður føroyameistari á øðrum sinni. Hetta árið spælir B36 seks dystir í landskappingini og vinnur fimm teir fyrstu og spælir tann seinasta móti HB javnan 1-1. HB er bert eitt stig aftan fyri B36, og tí er hetta tann altavgerandi dysturin. Um hendan dystin sigur gerðabókin: ”Allir fóru teir í song klokkan 9 um kvøldið, og roykt høvdu teir ikki í 8 dagar, tí stig vildu teir hava!” TB er heldur ikki við í Meistaradeildini hetta árið, tí tvøramenn eru ov seinir at melda til. Føroyameistararnir SÍ hava hinvegin meldað til, men teir spæla ongan dyst.
Dreingjadeildin verður eisini vunnin av B36 hetta árið, og felagið tykist vera væl fyri við fólki.
B36 vinnur eisini Veðrasteypið, sum nakrir havnarborgarar lata teimum báðum havnarfeløgunum at kappast um. Liðini spæla fimm dystir, og B36 vinnur tveir og tríggir enda javnir.
Hetta árið fáa B36 og HB í felag danskan venjara. Hann eitur Arne Rasmussen, men verður bara kallaður ”Spritten” og hann hevur fyrr spælt við danska 1. deildarfelagnum B1903. ”Spritten” er eisini landsliðsvenjari, tá Føroyar og Hetland spæla landsdyst á ólavsøku hetta árið, men steðgar bara eitt ár í Føroyum.
 
1949
Norðmenn vitja
 
Tað gongur illa hjá B36 hetta árið í Meistaradeildini, sum TB vinnur. HB lá annars til at vinna sítt fyrsta meistaraheiti, men ein kæra frá TB gjørdi, at meistaraheitið endaði á Tvøroyri.
Hetta árið fær B36 vitjan av Harstad Boldklub úr Noregi.
 
1950
Suverenir meistarar
 
B36 fer ósigrað gjøgnum Meistaradeildina hetta árið og vinnur sannførandi meistaraheitið fyri triðju ferð í fimm ár. Harumframt vinnur B36 eisini Meðaldeildina og verður fyrsta felag at vinna báðar deildirnar sama ár.
Tá B36 hevur verið og spælt í Vági, fer Smiril undan tveimum av spælarunum, hóast formaðurin Arnold ”Alli” Hansen hevur biðið skiparan bíða. Endin er, at Alli fer frá sum formaður og verður avloystur av Mortani Mørk. Arnold Hansen verður tó aftur formaður seinni.
B36 fer fyri fyrstu ferð á uttanlandsferð. Leiðin gongur til Noregs at vitja Harstad Boldklub, sum árið fyri hevur verið á vitjan í Føroyum. Við á noregsferðini er eisini kvinnuliðið hjá Neistanum.
 
 
Føroyameistarar á triðja sinni í 1950.
Aftast frá vinstru: Arnold Hansen, Nichels Poulsen, Óli Jógvan Guttesen, Herluf Mikkelsen og Jimmy McIntosh.
Miðraðið: Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Karl Johan Hansen og Mortan Mørk.
Fremst frá vinstru: Tórleif Davidsen, Kriss Guttesen og Kjartan Nattestad.
Samanberið við myndina av føroyameistarunum frá 1946. Tá á døgum bleiv ikki nógv flutt millum feløgini...
 
1951
Ættarliðsskifti
 
Fleiri av gomlu kempunum, sum hava vunnið trý meistaraheiti til B36, velja nú at leggja frá sær og lata yngri kreftir sleppa framat. Hetta sæst aftur í úrslitunum næstu árini.
Í juli fara landsliðið og eitt býlið til Hetlands við Tjaldrinum. Úr B36 eru Kriss Guttesen, Jógvan Debess og Hjørleif Hansen á landsliðnum, og B36-ararnir á býliðnum eru Kjartan Nattestad, Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Arnold Hansen og Jimmy McIntosh. Mortan Mørk er eisini við sum ferðamaður, men hann hevur stivlarnar við og endar við at spæla tveir dystir! Landsliðið vinnur 7-2 og býliðið sigrar 2-1 móti Lerwick.
TB verður føroyameistari.
 
1952
Illveðursferð
 
Fótbóltsárið byrjar 13. mai við, at besta liðið hjá B36 tapir 0-2 á Tvøroyri í sambandi við 60 ára dagin hjá TB. Old Boys-liðið vinnur tó 2-0 á tvøramonnum. Heimferðin við ”Thorshavn” er illveðursferð við lít.
KÍ verður føroyameistari við betri málmuni enn TB.
 
1953
Skotskur venjari
 
B36 og HB ganga saman um at fáa skotan John Black heim at vera venjara hjá báðum liðunum. Fýra dagar eftir at hann er komin til landið, spæla liðini bæði sín fyrsta dyst í landskappingini, og ”Blackie” hevur broytt verjuskipanina hjá B36, sum altíð hevur spælt við tveimum bakkum aftast í verjuni, men nú eru tríggir. B36 tapir 1-3 og fær bert 3 stig tilsamans í hesi landskappingini, sum KÍ vinnur við 10 stigum.
Føroyar spæla landsdyst móti Hetlandi og vinna 3-1. Kriss Guttesen, Jógvan ”Ki” Jacobsen og Arnold Hansen eru við fyri B36. Tiltaksmenn eru Hjørleif Hansen og Jógvan Debess.
 
1954
Meistaradeild við fýra liðum
 
Bara fýra lið eru við í Meistaradeildini hetta árið: B36, HB, TB og KÍ. B36 vinnur á TB og fær ein javnleik móti HB, men tapir rest. KÍ verður føroyameistari triðja ár á rað og vinnur tí steypið, sum Skipafelagið hevur latið, til ognar.
Á hvítusunnu spæla tey fýra liðini í Meistaradeildini eisini eina lítla kapping í Gundadali í sambandi við 50 ára dagin hjá HB. B36 tapir í hálvfinaluni móti føðingardagsbarninum, sum so aftur tapir finaluna móti KÍ, ið er væl fyri hesi árini. Klaksvíkingar vinna eisini 4-0 á B36 í árliga ólavsøkudystinum.
 
1955
Svartir og hvítir
 
Hetta árið spælir B36 fyrstu ferð í teimum sonevndu ”Arsenal-troyggjunum” - svartar við hvítum ermum – sum verður B36-búnin í mong ár frameftir. Upprunin til heitið sigst vera, at B36 valdi sær somu litir sum Arsenal, men visti ikki, at Arsenal vóru reyðir, tá allar myndir tá vóru svart-hvítar...
Spælt verður fyri fyrstu ferð um Ísafjarðarsteypið, og harvið fer fyrsta steypakappingin í gongd. B36 møtir KÍ í Klaksvík og tapir 3-1. Um hendan allarfyrsta steypadystin skrivar gerðabókin: ”Tað var synd fyri sólina, sum skein so fagurt, at síggja B36 hendan dagin!”
Í landskappingini byrjar B36 við at vinna 3-0 í Klaksvík, men endar á bert trimum stigum. HB brýtir sigursrøðina hjá KÍ og verður føroyameistari á fyrsta sinni við 9 stigum av 12 møguligum. HB vinnur eisini fyrstu steypakappingina.
Eftir ein harðan vetur er vøllurin í Gundadali annars í sera ringum standi hetta árið.
 
 
 
B36 aftan á ein vinadyst móti HB 15. mai 1955. Hetta var fyrstu ferð, at B36 spældi í teimum sonevndu ”Arsenal-troyggjunum,” sum vóru svartar við hvítum ermum. ”Søgnin” sigur annars, at B36 als ikki visti av, at Arsenal spældi í reyðum troyggjum, tí teir høvdu bara sæð svart-hvítar myndir av teimum, og tí bleiv B36-búnin svartur og hvítur við Arsenal sum fyrimynd...
Aftast frá vinstru: Øssur Debes, Arnold Hansen, Harald Debess, Gunnleiv Hansen, Bjarni Holm og Tórbjørn Mikkelsen.
Fremst frá vinstru: Kristin Gærdbo, Hans Jacob Egholm, Kriss Guttesen, Johan R. Jacobsen og Bent Olsen
 
1956
Ilt í fingrarnar
 
Tað gongur eitt sindur betur í Meistaradeildini enn undanfarin ár, men ikki nóg væl til at vinna kappingina. Tað ger KÍ í stórum stíli. Í steypakappingini tapir B36 fyrsta dystin 0-1 í Vági móti VB. Í sínum serliga stíli skrivar gerðabókin, at HB-ararnir byrjaðu venjingina hetta árið ”beint eftir, at jólagávurnar vóru pakkaðar út”. Í fyrsta venjingardystinum 22. apríl tapir B36 eisini 9-1 móti HB. ”HB-ararnir komu sprellandi inn á vøllin og sóu út til at kunna klára alt... Fimm ferðir mátti Kriss inn í netið fyrra hálvleiki, og tá hevði hann fingið so ilt í fingrarnar, at Martin Fjørdal mátti leika seinna hálvleiki fyri hann.” Í 1956 er einki, sum eitur málmanshandskar, og bólturin er heldur ikki so lættur og fínur sum í dag...
 
1957
Blaðstríð
 
KÍ vinnur suverent sítt fimta meistaraheiti seinastu seks árini, millum annað við at vinna 6-0 á B36 í Klaksvík. B36 heldur bara HB undir sær í Meistaradeildini, sum hetta árið telir fimm lið. So gekk betur í Meðaldeildini, sum B36 vann fyri fyrstu ferð síðani 1950, tá felagið vann báðar deildirnar.
Føroyar vinna 4-1 á Hetlandi í Gundadali. Kriss Guttesen, Bent Olsen og Tórstein Magnussen eru við úr B36, og Jákup ”Ki” Jacobsen er tiltaksmaður.
B36 kemur í hálvfinaluna í steypakappingini, men tapir 1-2 móti KÍ.
Í august fær B36 vitjan av ÍBK úr Keflavík og tapir 2-5. Hetta fær blaðið 14. september at skriva: ”RÆTTING: Tann misskiljingur er komin út millum manna, at teir í Gundadali spældu móti íslendingum. Hetta verður hervið rættað. Teir spældu móti mánanum.” B36 nevnir skrivingina í gerðabókini og skrivar um Fjúrtanda, at ”tað, teir skriva um B36, er ongantíð kritikkur, men rætt og slætt útspillan!”
 
---
 
KÍ are dominating the league these years and win their fifth championship in six years. B36 also feel the KÍ dominance by being hammered 6-0 in Klaksvík. B36 finish fourth of the five teams in the league this year, but win the Meðaldeildin for the first time since 1950, and better times seem to be ahead. B36 reach the semi-final in the cup, but lose 1-2 against KÍ.
In August B36 play a friendly match against Icelandic team ÍBK Keflavík and lose 2-5. The newspaper 14. september does not appear do have high thoughts about how B36 played in this match and reports, that ”some might have the impression, that B36 played against ÍBK. We would like to correct that: They played against the Moon!”
 
1958
Smátt við fólki
 
KÍ er ikki til at steðga og vinnur føroyameistaraheitið triðja árið á rað og sættu ferð seinastu sjey árini. Harvið kemur KÍ upp á átta meistaraheiti tilsamans síðani 1942. B36 og TB hava trý í part, og SÍ og HB hava hvør sítt. Hjá B36 er hæddarpunktið í landskappingini ein knúsandi 6-0 sigur á Tvøroyri, men í steypakappingini tapir B36 1-2 á Tvøroyri eftir umdyst.
Tað gongur illa at manna liðið í Meðaldeildini, sum annars varð vunnin árið fyri, og um ólavsøkumundið kennir nevndin seg noydda at taka liðið úr kappingini.
 
---
 
KÍ make it six championships in the last seven years and eight league titles since 1942. B36 and TB have three titles a piece, and SÍ and HB have one each. The high point for B36 in the league is a memorable 6-0 away win at TB, but bow out of the cup B36 after losing 1-2 to TB after extra-time.
 
 
 
B36 hevur júst vunnið steyp, sum ókendir góvu B36 og HB at kappast um.
Aftast frá vinstru: Arnold Hansen (formaður), Kristin Gærdbo, Odmar Færø, Ludvík Ejdesgaard, Sam Olsen, Nic Hansen og Tórbjørn Mikkelsen.
Miðraðið frá vinstru: Øssur Debes, Bent Olsen, Gunnleiv Hansen og Gunnar Guttesen.
Fremst frá vinstru: Hans Jacob Egholm, Andreas Lava Olsen og Tórður Holm
 
PHOTO:
B36 has just won a cup donated by anonymous for B36 and HB to play for.
Back row L-R: Arnold Hansen (chairman), Kristin Gærdbo, Odmar Færø, Ludvík Ejdesgaard, Sam Olsen, Nic Hansen and Tórbjørn Mikkelsen.
Middle row L-R: Øssur Debes, Bent Olsen, Gunnleiv Hansen and Gunnar Guttesen.
Front row L-R: Hans Jacob Egholm, Andreas Lava Olsen and Tórður Holm
 
1959
Føroyameistari
 
Eftir nøkur rakár eydnast tað loksins aftur B36 at gerast føroyameistari. Teir tapa bara ein dyst hetta árið, og aftan á 0-0 í síðsta dystinum móti HB er fjórða meistaraheitið veruleiki. Av teimum, sum vóru við í 1950, tá B36 seinast vann føroyameistaraheitið, eru bara Kriss Guttesen og Gunnleiv Hansen eftir á liðnum.
Hetta árið kemur B36 eisini fyri fyrstu ferð í finaluna í kappingini um Ísafjarðarsteypið, men HB vinnur 1-0 við máli upp á brotsspark. Sum ein av teimum fyrstu verður hesin dysturin sendur beinleiðis í Útvarpi Føroya.
 
---
 
Finally, B36 are champions again. The team loses only once this year, and a 0-0 draw against HB in the final match of the season is enough to clinch the title for the fourth time. It has been nine years since the last championship, and in the 1959 team only goalkeeper Kriss Guttesen and Gunnleiv Hansen are left from the 1950 championship winning side.
B36 reach the cup final for the first time, but HB score the only goal in the final from the penalty spot. This is one of the first matches to be broadcasted live on Faroese radio.
 
1960
Til Íslands
 
B36 vinnur Dreingjadeildina á øðrum sinni, men teir í Meistaradeildini gerast akkurát ov stuttir at endurvinna meistaraheitið. Teir liggja væl fyri, men tapa síðsta dystin heili 1-5 móti HB, sum vinnur kappingina. HB slær eisini B36 út úr steypakappingini, men tapir finaluna 0-3 móti TB.
B36 fer til Íslands sum gestur hjá ÍBK í Keflavík. Bæði í 1958 og 1959 hevði B36 roynt at sleppa til Keflavíkar, men ferðasambandið er so svikaligt, og ikki fyrr enn í 1960 eydnast tað at sleppa avstað. Hetta er ein serstakliga góð ferð, har B36-ferðalagið umframt at spæla nakrar dystir eisini vitjar kend støð sum Gullfoss og Þingvéllir.
 
---
 
B36 are on course to win back-to-back championships, but the final match of the season is a catastrophe. HB wins 5-1 and win the league. HB also eliminate B36 from the cup, but lose the final 0-3 against TB.
The team travels to Iceland as guests of ÍBK Keflavík and mixes football with sight-seeing.
 
 
 
B36-arar á íslandsferð í 1960. Her eru teir á Þingvéllum
 
PHOTO:
B36 players sight-seeing in Iceland
 
1961
Næstbest í báðum kappingum
 
Eftir tey laku 1950-ini hevur B36 veruliga fingið fótin fyri seg aftur og vinnur Meðaldeildina eftir 8-1 sigur á Royn í finaluni.
Í Meistaradeildini endar liðið beint aftan fyri KÍ. Seinni dysturin móti HB er løgin. Odmar Færø leggur B36 á odda, tá 20 minuttir eru farnir, og í illsinni sparkar ein HB-ari bóltin langt niðan móti Oyggjarvegnum. Ejler Jørgensen, sum er dómari, heldur hetta vera ov galið og ger ikki mætari enn at rýma. Hetta er heimadystur hjá HB, og áskoðararnir fáa pengarnar aftur við portrið...
Í steypakappingini kemur B36 í finaluna, men tapir 0-2 móti TB.
Føroyar vinna 17. august 6-1 á Hetlandi. Landsliðsspælarar hjá B36 eru Tórður Holm, Odmar Færø og Tórstein Magnussen, og Kaj Kallsberg er tiltaksmaður.
 
---
 
The 1950's did not produce many titles for the club, but in the early 1960's B36 is back as a force to be reckoned with. The team finishes as close runners-up to KÍ in the Meistaradeildin, but the most memorable ”match” this season is against HB. Odmar Færø gives B36 the lead after 20 minutes, and a furious HB player kicks the ball far away off the pitch. The referee takes this as an insult and simply leaves the pitch and the match is abandoned! This is HB's home game, and all spectators get a full refund at the gate...
The team reaches the cup final yet again, but loses 0-2 to TB. But B36 win the Meðaldeildin after a crushing 8-1 win in the final against Royn from Hvalba.
On August 17 the Faroes beat Shetland 6-1. B36's national team players are Tórður Holm, Odmar Færø and Tórstein Magnussen. Kaj Kallsberg is an unused sub.
 
1962
Føroyameistari
 
Hetta árið byrjar venjingin í Gundadali fríggjadagin 13. apríl, men tað bilar ikki, tí B36 endar árið við at gerast føroyameistari á fimta sinni. Eingin grunar tá, at hetta verður seinasta føroyameistaraheitið í 35 ár! Hetta ikki minst tí felagið er sera væl fyri við leikarum og eisini vinnur Meðaldeildina annað árið á rað. Um hálvfinaluna í Meðaldeildini móti SÍF, sum B36 vinnur 9-2, skrivar gerðabókin: ”Dysturin var gott og væl byrjaður, tá varð rópt: Grindaboð í Fjørðinum! - og brátt vóru bert 23 mans eftir í Gundadali. Dysturin varð tó leikaður at enda, og okkara komu so ”logandi” í finaluna!”
Verri gongur í steypakappingini, har B36 tapir 0-6 móti HB, sum eisini vinnur finaluna móti TB 2-1 eftir umdyst.
Landsliðið fer til Íslands og tapir 10-0! B36-ararnir í hópinum eru at byrja við Tórður Holm, Henry Poulsen, Bent Olsen, Odmar Færø, Tórstein Magnussen og Kaj Kallsberg, men Odmar ber seg undan vegna lestur, og Bent verður skaddur beint áðrenn fráferð.
 
---
 
The first training session this year is on Friday the 13th of April, but it is good luck for B36, who finish the season as champions for the fifth time. But maybe the April date is ominous after all, as an incredible 35 years will pass, before B36 again will be crowned champions!
The long drought is even more incredible, as B36 has a lot of good players this year and also win the Meðaldeildin for the second consecutive year.
The championship-winning form does not show in the cup, as B36 are knocked out after a 6-0 defeat by HB, who later win the cup after a final replay against TB.
The national team travels to Iceland and loses 10-0! The B36 players in the unlucky squad are
Tórður Holm, Henry Poulsen, Tórstein Magnussen and Kaj Kallsberg.
Føroyameistarar 1962.
Aftast frá vinstru: Tórstein Magnussen, Kaj Kallsberg, Odmar Færø og Heðin Samuelsen.
Miðraðið frá vinstru: Henry Poulsen, Bent Olsen, Tórður Holm og Gunnar Guttesen.
Fremst frá vinstru: Gunnleiv Hansen, Ólavur Olsen og Bjarni Holm
 
PHOTO 1:
League champions 1962.
Back row L-R: Tórstein Magnussen, Kaj Kallsberg, Odmar Færø and Heðin Samuelsen.
Middle row L-R: Henry Poulsen, Bent Olsen, Tórður Holm and Gunnar Guttesen.
Front row L-R: Gunnleiv Hansen, Ólavur Olsen and Bjarni Holm.
 
Vinnarar av Meðaldeildini í 1962.
Aftast frá vinstru: Kristin Gærdbo, Heðin Mikkelsen, Petur Baldvinsson, Ímundur Hansen, Baldvin Baldvinsson og Bjarni Johansen.
Fremst frá vinstru: Páll Rubeksen, Eifinn Nolsøe, Jørleif Kúrberg, Hans Erland í Brekkunum og Sjúrður Mikkelsen
 
PHOTO 2:
Winners of Meðaldeildin 1962.
Back row L-R: Kristin Gærdbo, Heðin Mikkelsen, Petur Baldvinsson, Ímundur Hansen, Baldvin Baldvinsson and Bjarni Johansen.
Front row L-R: Páll Rubeksen, Eifinn Nolsøe, Jørleif Kúrberg, Hans Erland í Brekkunum and Sjúrður Mikkelsen.
 
1963
Nýggj hús
 
Tann 11. mars 1963 er reisigildi í Gundadali, tá B36 fær sítt fyrsta veruliga felagshús. Hetta eru tvær barakkir, sum høvdu verið brúktar í Mjørkadali, tá NATO-støðin varð bygd har. B36 keypir barakkirnar fyri 11.000 krónur og flytir tær oman í Gundadal. Næstan alt arbeiðið við at flyta barakkirnar oman og seta tær upp er sjálvboðið. Fíggjarliga er hetta eitt tungt tak hjá felagnum, og húsini verða nógv útleigað tey næstu árini – árið eftir fær B36 meira pengar inn fyri útleigu av húsunum enn fyri fótbóltin. Tá KÍ er í Havn og spælir landskappingardyst 3. juni 1963, búgva klaksvíkingarnir í B36-húsinum og eru sostatt fyrstu ”gestir” í nýggju hølunum.
Í Meistaradeildini gongur so sum so. B36 vinnur tvær ferðir móti TB, spælir tvær ferðir javnt móti KÍ og tapir tvær ferðir móti HB, sum verður føroyameistari. Í steypakappingini er sama skil. B36 kemur í finaluna, men tapir hana 7-1 fyri HB!
 
---
 
On March 11 1963 B36 have a new and improved club house. The house consists of two old barracks, which had been used, when a NATO station was built in the mountains over Tórshavn a few years earlier.
The purchase puts a heavy load on the club's finances, and for the next years the club house is rented out to all sorts of activity, like wedding parties etc. In 1964 B36 receives more of it's income from renting out the club house than from gate receipts. When KÍ play B36 in Tórshavn on June 3, the KÍ players are accomodated in the club house and are the first ”guests of the house.”
B36 is quite ”consistent” in the Meistaradeildin, winning twice against TB, drawing twice with KÍ and losing twice against HB, who do the double this year, becoming champions and cup winners after defeating B36 7-1 in the final!
B36 helt reisigildi í Gundadali 11. mars 1963
 
PHOTO:
The new club house in Gundadalur
 
1964
Maraton-finala
 
Liðið í Meistaradeildini spælir heilt væl onkrar dystir, men avrikini eru ov óstøðug, og HB endurvinnur meistaraheitið. Tað eydnast tó at vinna seinna dystin móti HB 2-0, og tá skrivar gerðabókin ”Vælsignaðir, spælið soleiðis hvønn dyst!”
Í steypakappingini verður B36 partur av eini minniligari finalu móti HB. Tá liðini hava spælt í fýra tímar hendan sunnudagin 6. september, stendur framvegis á jøvnum 3-3. Klokkan er nú sjey, og liðini mugu gevast fyri myrkur og taka dystin upp aftur dagin eftir. Tann dysturin varir tríggjar tímar afturat, áðrenn HB loksins vinnur 4-3 í fjórða umdystinum. Tá hevði B36 verið á odda 3-0 í upprunaliga dystinum!
Sum plástur á sárið vinnur B36 Dreingjadeildina hetta árið.
Føroyar møta Íslandi í Gundadali 19. juli, og føroyska landsliðið er bara mannað við havnarmonnum. Teir úr B36 eru Henry Poulsen, Tórður Holm, Hugin Samuelsen og Baldvin Baldvinsson. Harumframt eru Ólavur Olsen, Ímund Hansen og Eifinn Nolsøe tiltaksmenn. Ísland vinnur 3-1.
 
---
 
Performances in the Meistaradeildin are too inconsistent for B36 to be challenging for the title, but the team manages a 2-0 win against eventual champions HB.
But the real talking point this year is the cup final against HB. The final kicks off at 3 p.m., and four hours later the score is 3-3, after B36 has thrown away a 3-0 lead. It is too dark to continue (no flood-lights in Gundadalur until 1975), and the match must be re-started the next day. The teams then play for another three hours, before HB finally scores and win the game 4-3.
On July 19 the Faroes play Iceland in Gundadalur, and the national team consists only of players from Tórshavn. From B36 they are Henry Poulsen, Tórður Holm, Hugin Samuelsen and Baldvin Baldvinsson, as well as Ólavur Olsen, Ímund Hansen and Eifinn Nolsøe as subs. Iceland wins 3-1.
 
1965
Steypavinnari fyrstu ferð
 
Loksins eydnast tað B36 at vinna Ísafjarðarsúluna, sum spælt verður um fyrstu ferð, eftir at HB hevur vunnið fyrsta Ísafjarðarsteypið til ognar. B36 møtir júst HB í finaluni 19. september. Somu lið møttust í eini maratonfinalu árið fyri, sum HB vann. Baldvin Baldvinsson og Hugin Samuelsen leggja B36 á odda 2-0 í fyrra hálvleiki, men HB svarar aftur í seinna hálvleiki og kemur upp á 2-2, áðrenn Baldvin í seinastu minuttunum ger sigursmálið til 3-2. B36 er steypavinnari fyri fyrstu ferð!
B36 byrjar eisini landskappingina sum eitt ódnarveður og vinnur fyrstu tríggjar dystirnar. Men seinnu tríggir dystirnir geva bara eitt stig, og so strýkur HB avstað við meistaraheitinum triðja árið á rað og kemur samstundis upp á fimm meistaraheiti tilsamans – sama tal sum B36.
Venjari hjá bæði B36 og HB hetta árið er danski Bengt Anemann, sum vísir seg at vera ein góður venjari, ið leggur stóran dent á konditiónsvenjing.
B36 vinnur eisini Meðaldeildina hetta árið.
 
---
 
B36 finally manage to win the Faroese cup competition. The final is again between B36 and HB with fresh memories of last years marathon showdown. Baldvin Baldvinsson and Hugin Samuelsen give B36 a 2-0 lead in the first half, but HB score twice in the second half, before aldvinsson scores the winning goal late in the game. B36 are cup winners for the first time!
In the Meistaradeildin, B36 make a storming start with three wins out of three. But the next three matches only produce one single point, and HB win the title for the third year in a row. Now HB and B36 both have five championship titles.
Meanwhile, B36 win the Meðaldeildin this year.
 
1966
Vitjan úr Íslandi
 
Úrslitini í Meistaradeildini eru skiftandi hetta árið. Tað gongur hampiliga væl í byrjanini, men liðið endar við at tapa 7-0 í Klaksvík, og KÍ verður eisini føroyameistari. Í kappingini um Ísafjarðarsúluna tapir B36 í fyrsta umfari 0-2 móti HB. Ein av minniligastu dystum hetta árið er ein vinadystur móti Akranesi úr Íslandi. Nógv fólk eru í Gundadali og síggja íslendingar vinna 5-4.
 
---
 
The team starts the Meistaradeildin campaign reasonably well, but finishes it by losing 7-0 to eventual champions KÍ in Klaksvík. In the cup, B36 are eliminated in the first round after a 2-0 loss at the hands of HB.
A memorable friendly match is played in Gundadalur this year against ÍA Akranes from Iceland. The visitores win 5-4 in front of a big crowd by Faroese standards.
Ein serstakliga góð mynd úr Gundadali í 1966. B36 er í svørtum blusum við hvítum ermum, og liðið í ljósum troyggjum er ÍA av Akranesi. Símun Poulsen (nummar 10) hevur júst skorað. Hinir B36-ararnir aftan fyri eru f.v. Baldvin Baldvinsson, Tórbjørn Mikkelsen og Bjarni Johansen. Hetta var ein minniligur dystur, sum endaði 5-4 til íslendska liðið
 
PHOTO:
Símun Poulsen (10) has just scored for B36 against ÍA Akranes in Gundadalur. The other B36 players are from L-R Baldvin Baldvinsson, Tórbjørn Mikkelsen and Bjarni Johansen. ÍA won the match 5-4
 
1967
Venjari úr Eysturríki
 
Føroyskur fótbóltur stendur í vøkstri, og fyri fyrstu ferð verður skipað fyri landskappingum í unglingadeildini og í piltadeildini, so nú eru tilsamans fimm landskappingar. Av hesum vinnur B36 bara Meðaldeildina. Í Meistaradeildini eru vónirnar góðar. Eysturríkarin Walter Pfeiffer, sum hevur vant lið í Danmark við góðum úrslitum, verður settur sum venjari, og í byrjanini eru úrslitini í landskappingini góð. Men KÍ eru ov sterkir og vinna kappingina annað árið á rað.
Í steypakappingini eydnast tað at sláa HB út, men heldur ikki her ber til at gera nakað við KÍ, sum vinnur greitt 6-2.
Hetta árið fær B36 vitjan av týska VfB Lübeck, sum man vera besta lið, ið higartil hevur verið í Føroyum. Teir vinna tó ikki meira enn 3-1 á B36.
 
---
 
Hopes are high for B36 this year, as the club hires Austrian coach Walter Pfeiffer, who has had some good results with teams in the Danish league. The team starts off well, but KÍ are too strong and clinch a second title in a row. KÍ also eliminates B36 from the cup with a 6-2 win.
 
1968
Líka við og næstan
 
Sterka liðið hjá KÍ verður føroyameistari triðja árið á rað, men í roynd og veru er tað B36, sum lorkar meistaraheitið burtur. Liðið er á odda við bert tveimum dystum eftir at spæla, men fær bert eitt stig burtur úr móti VB og TB, sum eru veikastu liðini í deildini, og so fer meistaraheitið til Klaksvíkar. Liðið kemur eisini í steypafinaluna eftir at hava vunnið 2-0 á KÍ í hálvfinaluni, men HB vinnur uppiborið finaluna 2-1. Tað eydnast tó at vinna Meðaldeildina annað árið á rað.
Eftirmetingin er, at hetta árið er líka við og næstan, og í árunum, sum koma, stendur hetta árið á ein ella annan hátt sum byrjanin til eitt langt tíðarskeið, har besta mansliðið hjá B36 einki vinnur av týdningi – lakasta tíðarskeið í søgu felagsins og eitt tíðarskeið, sum ikki endar fyrr enn í 1991.
Hetta árið doyr stovnarin og fyrsti formaðurin Niels A. Eidesgaard, 76 ára gamal.
 
---
 
KÍ make it a hat-trick of championships, but B36 feel they should have won it this time around. B36 are top of the table with only two games remaining, and they are against the two bottom teams VB and TB. But they only get a single point from these two games, and the title goes to KÍ. B36 overcome KÍ 2-0 in the semi-final of the cup, but lose the final 2-1 to HB. The club takes some comfort in winning the Meðaldeildin for the second year running.
But in hindsight, the disappointment of losing out on the title this year may have had a part to play in the fact, that it marks the start of a long period of time, where B36 does not win anything of importance – a spell, that does not end until 1991.
The co-founder and first chairman of the club, Niels A. Eidesgaard, passes away this year, 76 years of age.
 
1969
Ongar skreytir
 
B36 vinnur piltadeildina á fyrsta sinni. Millum røsku piltarnar eru Kjartan Mohr og Mikkjal Mikkelsen. Men besta liðið hjá felagnum ger ongar skreytir. Fyri fyrstu ferð síðani 1959 er VB við aftur í Meistaradeildini, sum nú aftur telir fimm lið í staðin fyri fýra, men B36 vinnur bara heimadystirnar móti VB og TB, og KÍ fer við fjórða meistaraheitinum á rað. Í steypakappingini má B36 lúta 0-4 fyri HB í fyrsta dystinum.
 
---
 
It is the start of a long barren spell for the B36 first team. VB are back in the Meistaradeildin for the first time since 1959, so the league now has five teams instead of four, but B36 can only win their home games against VB and TB. KÍ win a fourth consecutive championship. B36 bow out of the cup in the first round, losing 4-0 to HB.
 
1970
Eysturoyggin kemur við
 
Meistaradeildin verður nú víðkað upp í seks lið, og ÍF verður fyrsta eysturoyarlið í bestu deildini.
Danski Per From Egebjerg er nýggjur venjari hjá B36, men liðið fær bara fýra stig í landskappingini. Síðsti dysturin á Tvøroyri endar aftan á 43 minuttir, tá B36-ararnir í ónøgd við dómaran rýma av vøllinum! KÍ verður føroyameistari fimta árið á rað.
Í kappingini um Ísafjarðarsúluna takkar B36 fyri seg eftir at hava tapt fyrsta dystin í Vági 1-4, og tað stendur nú rættiliga greitt, at B36 ikki longur hevur megina til at bjóða oddaliðunum av.
Eitt hæddarpunkt er, tá Vejle Boldklub vitjar á ólavsøku og spælir móti einum styrktum B36-liði og vinnur 3-1. Heili 2500 áskoðarar eru í Gundadali.
 
---
 
Until now, the Meistaradeildin has mostly consisted of ”the big four” clubs in the Faroe Islands – B36 and HB from Tórshavn, KÍ from Klaksvík in the north and TB from Tvøroyri in the south. But that is about to change, as ÍF Fuglafjørður make their debut in the top flight. It is the first club from the island of Eysturoy to be represented in the Meistaradeildin, which is now expanded into six teams.
Danish coach Per From Egebjerg takes charge of B36, but the team finishes on only four points. The final match in Tvøroyri ends after only 43 minutes of play, when the B36 players leave the pitch as a protest against the referee! KÍ win a record-breaking fifth title in a row – a record, that still stands.
In the cup, B36 lose 4-1 in the first round away to VB.
Danish top club Vejle Boldklub play an exhibition match against B36 in Gundadalur in late July and win 3-1. The attendance of 2,500 is huge by Faroese standards.
 
1971
Fleiri stórtap
 
B36 tapir 7-0 í Klaksvík og seinni eisini 7-1 móti HB, sum megnar at steðga sigursrøðini hjá KÍ og samstundis yvirhálar B36 í føroyameistaraheitum tilsamans. Í steypakappingini er søgan úti aftan á fyrsta dystin, sum verður taptur 1-2 á Tvøroyri.
B36 vinnur tó Meðaldeildina, hóast liðið tapir finaluna móti HB. B36 kærir um, at HB hevur nýtt ein ólógligan leikara og fær viðhald, og so vinnur B36 deildina.
Besta liðið spælir eisini ein góðan dyst móti danska liðnum AaB, sum er á vitjan og vinnur 3-1 í keðiligum veðri.
 
---
 
B36 suffer heavy defeats against KÍ (7-1) and HB (7-0). These two clubs are in a league of their own these years, and HB manage to put a halt to KÍ's championship-winning streak and claim the title. At the same time, HB leapfrogs B36 in number of titles won.
In the cup, B36 are yet again knocked out in the first round after losing 1-2 away to TB.
 
1972
Unglingarnir føroyameistarar
 
Í einum av frægaru árunum í hesum laka tíðarskeiðnum hjá felagnum tapir B36 steypafinaluna heili 6-1 móti HB. Liðið kom í finaluna eftir at hava vunnið hálvfinaluna móti VB uttan dyst.
Í landskappingini eru úrslitini á heilt góðari leið, og tað eydnaðist at taka stig frá bæði HB og KÍ. B36 vinnur eisini unglingadeildina – higartil er hetta einastu ferð í søgu felagsins, at unglingarnir hjá B36 hava verið føroyameistarar!
Føroyar spæla tveir landsdystir hetta árið. Tann fyrri er á heimavølli móti Hetlandi, og Føroyar vinna 6-2. Úr B36 eru Ólavur Olsen, Jacob Thomsen og Jens Weihe við. Jens Weihe ger eisini eitt av føroysku málunum.
Seinni dysturin er í Íslandi, og har tapa Føroyar 3-0. B36-ararnir í Íslandi eru teir somu sum móti Hetlandi umframt Virgar Joensen, sum kemur inn í seinna hálvleiki.
 
---
 
This is one of the better years in the long barren spell for B36. The team reaches the cup final, but is thrashed 6-1 by HB.
In the league B36 take points off both HB and later champions KÍ, but the best news comes from the U18-team, who wins the national championship for the first time – and so far the only time in the history of the club!
The Faroe Islands play two international games this year: A 6-2 win against Shetland at home and a 3-0 defeat away to Iceland. The B36 players in the team are Ólavur Olsen, Jacob Thomsen and Jens Weihe and against Iceland also Virgar Joensen.
Í 1972 bleiv B36 føroyameistari í unglingadeildini. Higartil er tað einasta FM-heitið hjá B36 í hesi deildini. Flestu spælararnir á liðnum gingu í skúla í Hoydølum.
Aftast frá vinstru: Óli Mouritsen, Kaj Jensen, Niels Dan West, Kári Mortensen, Niklas Poulsen, Eli Smith og Hóraldur Joensen.
Fremst frá vinstru: Hallur Johannesen, Regin Olsen, Magni eystan Á, Kjartan Mohr og Jógvan Mørkøre
 
PHOTO:
The only B36 U18-champions so far in the history of the club:
Back row L-R: Óli Mouritsen, Kaj Jensen, Niels Dan West, Kári Mortensen, Niklas Poulsen, Eli Smith and Hóraldur Joensen.
Front row L-R: Hallur Johannesen, Regin Olsen, Magni eystan Á, Kjartan Mohr and Jógvan Mørkøre.
 
1973
Gentur, flogbóltur, borðtennis og sponsorar
 
Fyri fyrstu ferð skipar B36 fyri regluligum venjingum í kvinnufótbólti. Hetta eru venjingar fyri gentur og ganga fyri seg í ítróttarhøllini á Hálsi. Vant verður tvær ferðir um vikuna, og tá uppmøtingin er best, eru einar 20 gentur við. Men enn ganga nøkur ár, áðrenn kvinnufótbólturin veruliga verður skipaður í Føroyum.
Veturin 1972-73 roynir B36 eisini at skipa fyri flogbólti og borðtennis. Undirtøkan fyri flogbóltinum er sera vánalig, men nógv spæla borðtennis í B36-húsinum.
Hetta árið setir B36 eisini lýsingarskeltir upp á takið á húsunum fyri at útvega felagnum meira pengar. Tað stendur ikki á at fáa lýsarar, og brátt stendur dupult rað av skeltum eftir allari tekjuni, bæði inn móti vøllinum og út móti vegnum. Samstundis spælir besta mansliðið hjá B36 fyri fyrstu við lýsingum á búnanum. Orangelittu búnarnir við ”Olympia” og ”JP-kaffi”, sum P/F Farodane lat, hjálpa tó ikki upp á úrslitini í landskappingini, sum eru sera vánalig og bara geva fimm stig tilsamans. HB verður føroyameistari. Í steypakappingini tapir B36 0-4 í Vági.
Føroyar og Ísland spæla landsdyst í Klaksvík, sum íslendingar vinna 4-0. Ólavur Olsen spælir sín fimta landsdyst og fær gullnál frá ÍSF. Hin B36-arin í hópinum er eykamaðurin Regin Olsen.
Seinni spæla Føroyar á útivølli móti bæði Hetlandi og Orknoyggjum og tapa ávikavist 1-5 og 1-2. Baldvin Baldvinsson kemur upp á fimm landsdystir og fær gullnál frá ÍSF.
Í august fer B36 til Íslands at vitja Val. Teir spæla tríggjar dystir – har av tveir á grasi – og tapa allar.
 
---
 
For the first time, B36 has regular training sessions for girls. But some years will pass, before women's football is organized in the Faroes.
During the winter of 1972-73 B36 also tries to set up training in table-tennis and volleyball. A lot of people use the opportunity to play table-tennis in the club house, but the support for volleyball is very poor.
In order to make more money for the club, B36 sells advertising billboards on the roof of the club house with great success. B36 also has a shirt sponsor for the first time and thus play in orange shirts instead of black-and-white. However, none of this helps to improve the team's performances in the league, where B36 finish on 5 points, and in the cup, where the team is eliminated after a 4-0 defeat to VB. HB win the league.
Faroes and Iceland meet in Klaksvík with the visitors winning 4-0. Ólavur Olsen is the only B36-player in the starting eleven, while Regin Olsen is a sub. Later the same year the Faroes travel to Shetland and Orkney and lose 1-5 and 1-2 respectively. From B36 Baldvin Baldvinsson is selected.
B36 hevur vunnið steyp á Vestanstevnu. Hetta árið spældi B36 fyri fyrstu ferð við lýsingum á bringuni á troyggjunum, sum vóru appelsingular.
Aftast frá vinstru: Hallur Johannesen, Kári Helmsdal, Annfinnur Reynheim, Hugin Samuelsen, Baldvin Baldvinsson og Andreas Vatnhamar.
Fremst frá vinstru: Kjartan Mohr, Regin Olsen, Ólavur Olsen, Virgar Joensen og Hákun Egholm
 
PHOTO:
For the first time, B36 play with a shirt sponsor and in orange shirts.
Back row L-R: Hallur Johannesen, Kári Helmsdal, Annfinnur Reynheim, Hugin Samuelsen, Baldvin Baldvinsson and Andreas Vatnhamar.
Front row L-R: Kjartan Mohr, Regin Olsen, Ólavur Olsen, Virgar Joensen and Hákun Egholm.
 
1974
Íslendskur venjari
 
B36 fær Eggert Jóhannesson úr Reykjavík sum venjara. Landskappingin byrjar væl við 3-0 sigri móti KÍ í Gundadali, men so gongur aftur á hond, og síðstu fýra dystirnar fær B36 bara eitt stig. Í steypakappingini kom B36 í hálvfinaluna, sum varð tapt móti HB eftir 120 minuttir og brotssparkskapping. HB verður eisini føroyameistari annað árið á rað.
Føroyar spæla móti Íslandi og vinna seinna hálvleik 2-1, men tapa samanlagt 2-3. Ólavur Olsen (eykamálmaður) og Hugin Samuelsen umboða B36.
Bæði HB og KÍ fylla 70 og skipa fyri steypakappingum, og í báðum førum verður B36 eyðmýkt av HB – 1-8 og 0-5.
 
---
 
B36 hire icelander Eggert Jóhannesson from Reykjavík as coach. The league campaign is off to a good start with a 3-0 win against KÍ in Gundadalur, but the last four matches only produce a single point for B36. HB win the championship again and eliminate B36 from the cup in an exciting semi-final after extra-time and a penalty shoot-out.
The national team does well against Iceland, losing 2-3 after being 0-2 down at half-time. Hugin Samuelsen and Ólavur Olsen (reserve goalkeeper) represent B36 in the squad.
 
1975
Alli fer frá
 
Á aðalfundinum 24. apríl fer Arnold ”Alli” Hansen frá sum formaður eftir at hava røkt sessin í heili 27 ár. Nýggjur formaður verður Hugin Samuelsen. Tríggjar dagar áðrenn aðalfundin spæla B36 og HB dyst í Gundadali í sambandi við, at nýggju ljósini kring vøllin verða tikin í nýtslu. HB vinnur 4-0.
B36 ger av at leingja sáttmálan við venjaran Eggert Jóhannesson, og nýggj tvey ára sponsoravtala við Farodane verður gjørd. Nú skulu spælibúnarnir tó ikki vera orange, men bláir. Litskiftið ger ongan mun, og í landskappingini gongur verri enn árið fyri. Men tá B36 vinnur 3-0 á ÍF í Gundadali, spæla brøðurnir Ólavur, Regin og Jósvein Olsen allir á fyrstaliði samstundis.
Í steypakappingini, sum nú eitur Ísafjarðarbikarið, rýkur B36 út í fyrsta umfari eftir 1-0 tap í Klaksvík.
Á fyrsta sinni verður skipað fyri eini pinkulingadeild, sum HB vinnur. HB verður eisini føroyameistari hjá teimum vaksnu triðju ferð upp í slag.
 
---
 
The general assembly on April 24 sees Arnold Hansen resign as chairman after 27 years of service. First team player Hugin Samuelsen is elected new chairman of the club. Three days earlier, B36 and HB have played a friendly match, inaugurating the new floodlights in Gundadalur. HB won 4-0.
The contract with Eggert Jóhannesson is extended for another year, and a new sponsorship deal dictates, that B36 now will play in blue instead of orange. It makes no difference in the league, where performances are disappointing yet again. But the 3-0 win against ÍF is a milestone, as three brothers Ólavur, Regin and Jósvein Olsen are all in the first team at the same time.
B36 lose 1-0 away to KÍ in the first round of the cup, and HB win a consecutive third league title.
Arnold Hansen var formaður í B36 frá 1947 til 1975, tá hann legði frá sær
 
PHOTO:
Arnold Hansen, chairman of the board 1947-1975.
 
1976
Ovari vøllur
 
Annan páskadag 19. apríl verður nýggi Ovari vøllur í Gundadali tikin í nýtslu við einum old boys dysti millum B36 og HB, sum endar 0-0. Aftan á møtast bestu liðini hjá feløgunum, og nú vinnur HB 5-2.
Hetta árið broytir Meistaradeildin eisini navn og eitur nú 1. deild og hevur sjey lið. Harumframt verður ein 3. deild eisini sett á stovn.
B36 leggur fyri sum eitt ódnarveður í 1. deild við at vinna 3-0 á KÍ í Gundadali, men vinnur bara tveir dystir afturat alt árið og endar á fimta plássi. TB verður føroyameistari fyri fyrstu ferð síðani 1951, og av ”teimum fýra stóru” er tað nú B36, sum hevur bíðað longst eftir einum meistaraheiti.
Í steypakappingini verður B36 steðgað eftir 0-1 tap í Klaksvík annað árið á rað. Einasti glottin hetta árið er, at B36 vinnur piltadeildina, og á aðalfundinum seinni um árið verður gjørt av at gera meira fyri at fáa smádreingir og piltar í felagið, tí tilgongdin hevur verið ov lítil seinastu árini.
Fótbóltsárið endar leygarkvøldið 5. oktober við eini rimmar 40 ára føðingardagsveitslu í Havnar Klubba, har umleið 200 fólk eru við.
 
---
 
On April 19 the new pitch Ovari vøllur in Gundadalur is inaugurated with a match between B36 and HB with HB winning 5-2. The new pitch is located right next to the old one and to this day, both clubs still play their home games in Ovari vøllur.
The Meistaradeildin changes it's name to 1. deild (1st Division) with seven clubs. The Meðaldeildin is now called the 2. deild, and a new 3. deild is also established – still with the possibility for the B-teams of clubs in the 1. deild to participate in the 2. and 3. deild, but still without the possibility for promotion, if the club already is represented in the league above.
B36 surprisingly start the league with a 3-0 win against KÍ in Gundadalur, but only manage two more wins for the rest of the season and finish in fifth place. TB win the league for the first time since 1951, and the longest wait for a championship among ”the big four” is now in B36.
The cup sees a repeat of the year before: A 1-0 defeat away to KÍ in the first round.
 
1977
Trý havnarlið í 1. deild
 
Nú eru sjey lið í 1. deild. Nýggja liðið er Fram, og tað merkir, at fyri fyrstu (og higartil einastu) ferð eru trý havnarlið í bestu deildini. Tað eydnast tó ikki B36 at vinna á Fram í eini sera vánaligari landskapping, har liðið bara vinnur tveir dystir av 12 og endar á átta stigum – fýra fleiri enn Fram, sum flytur niður aftur. TB endurvinnur meistaraheitið og kemur upp undir liðina á B36 við fimm meistaraheitum tilsamans. Í steypakappingini fór B36 til Vágs í fyrsta umfari og tapti móti VB.
Eftir kappingarlok gevst málmaðurin Ólavur Olsen, sum hevur vart B36-málið heilt síðani 1961 og tí hevur upplivað eina rúgvu av bæði upp- og niðurtúrum við B36.
 
---
 
For the first and only time in history, three Tórshavn clubs are in the top flight. The third club is Fram, but B36 are unable to beat the newcomers and win only two games out of 12. The team finishes on 8 points, while Fram are relegated with only 4 points. TB retain the championship and equal B36's record of five titles. In the cup, B36 are eliminated in the first round after an away defeat to VB.
Goalkeeper Ólavur Olsen retires after 16 years in the first team.
 
1978
Aftast
 
Ábendingarnar høvdu verið har í fleiri ár, men hetta árið verður tað so veruleiki: B36 endar aftast í 1. deild eftir bara ein sigur í 12 dystum. Men av tí at 1. deild skal víðkast upp í átta lið frá 1979, verður ongin niðurflyting, og tað bjargar B36. Í steypakappingini sendir ÍF B36 úr kappingini í fyrsta umfari eftir ein javnan dyst í Fuglafirði, sum verður avgjørdur við brotssparkskapping.
Betri tíðindi eru at frætta í ungdómsdeildini, har B36 fyri fyrstu ferð hevur tvey lið bæði í pilta- og smádreingjadeildini. Ein av grundunum til stóru tilgongdina er eisini, at Eysturskúlin verður bygdur um hetta mundið. Kommunuskúlin, Nonnuskúlin og Venjingarskúlin eru í stóran mun ”HB-skúlar”, men Eysturskúlin verður skjótt ein ”B36-skúli.”
 
---
 
B36 finish bottom of the league and are bound for relegation for the first time in the club's history, but fortunately the decision already has been made to expand the 1. deild to eight clubs starting next season, so no team is relegated after all.
In the cup, B36 are eliminated in the first round yet again, but only after losing a penalty shoot-out away to ÍF.
Meanwhile, the membership numbers are rising rapidly in the youth department. A new public school is being built in the eastern part of Tórshavn, and while all the other public schools in town have been predominantly ”HB-schools”, the newly-built Eysturskúlin soon becomes a school with a lot of support for B36.
 
1979
Aftur til svart og hvítt
 
B36 fer nú aftur at spæla í gomlu litunum, sum er svartar troyggjur við hvítum ermum. Venjari er kendi HB-arin Sólbjørn Mortensen, og byrjanin er góð. Við einum 3-1 sigri vinnur B36 á KÍ í Klaksvík fyri fyrstu ferð í 14 ár, og samanumtikið roynist árið nakað betur enn tey undanfarnu. B36 endar nummar fýra av átta liðum, ikki minst takkað verið nólsoyinginum Leo Poulsen, sum ger 21 mál hetta árið. ÍF vinnur kappingina, og harvið endar meistaraheitið í Eysturoynni fyri fyrstu ferð. Avgerðin fellur, tá ÍF vinnur 3-1 á B36 í Fuglafirði 30. september.
Í steypakappingini tapir B36 1-4 móti HB í øðrum umfari, men samanumtikið er talan um framgongd í mun til árini fyri. Orsøk til bjartskygni er eisini at finna í yngru deildunum, har tilgongdin er stór. Frá 1978 til 1980 økist limatalið í ungdómsdeildini úr 50 upp í 150.
Hetta árið verður Fótbóltssamband Føroya sett á stovn sum tað fyrsta sersambandið undir ÍSF. Føroyska fótbóltsfamiljan er vaksin nógv, og frá nú verður tað FSF, sum fer at taka sær av fótbóltinum.
 
---
 
B36 return to their black and white colours – black shirts with white sleeves and white shorts. Former HB-player Sólbjørn Mortensen is the new coach, and the team makes a spirited start in the league, recording a league win away to KÍ for the first time in 14 years. B36 finish fourth, which is better then previous league positions. One of the main reasons is new goalscorer Leo Poulsen, who finishes the season on 21 goals.
ÍF Fuglafjørður win their first championship title and the first title for a club from the island of Eysturoy, where several clubs are on the rise. ÍF clinch the title with a 3-1 win over B36 on September 30.
The rise of Eysturoy on the Faroese football map is one of the incentives for establishing the Faroese Football Association (FSF) this year. Faroese football is growing bigger and from now on will be governed by FSF rather than ÍSF.
B36 reach the second round of the cup, but then lose 4-1 to HB, but there is reason for optimism. The club has re-organized it's youth development, and from 50 members in 1978, the club enters 1980 with 150 members.
 
1980
Sleppa við skrekkinum
 
Ruben Andresen verður nýggjur formaður í felagnum. Hann avloysir Hugin Samuelsen, sum hevur sitið síðani 1975.
Felagið fær sær skotan Stan Mills sum venjara, men tað gongur av skriðuni, og eftir stórtap móti GÍ og TB miðskeiðis í kappingini fer hann aftur til Skotlands. Tá er B36 niðast í deildini við bara fýra stigum. Jørleif Kúrberg verður fyribils venjari, og tað eydnast at bjarga liðnum í bestu deildini við at vinna ein týðandi 2-0 sigur á MB í triðsíðsta umfari. Bæði liðini tapa sínar tveir síðstu dystir, og harvið endar B36 eitt stig omanfyri miðvingar. B36 sleppur enn eina ferð við skrekkinum! TB verður føroyameistari fyri sættu ferð og yvirhálar harvið tey fimm meistaraheitini hjá B36.
Í kappingini um Ísafjarðarsúluna tapir B36 í fyrsta umfari 0-3 móti 2. deildarliðnum hjá Fram. Tosið er nú av álvara farið at ganga um, at um einki álvarsligt hendir, er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn B36 fer niður í 2. deild.
 
---
 
Hugin Samuelsen, chairman since 1975, is replaced by Ruben Andreasen at the start of the year. The new board signs Stan Mills from Scotland as head coach, but the results are disastrous, and after losing heavily to TB and GÍ Gøta in mid-season, the Scotsman leaves the club. Local man Jørleif Kúrberg takes over as coach, and an all-important 2-0 win against MB Miðvágur turns out to be vital. After this, both teams lose their two remaining matches, and B36 finishes a single point above relegated MB. Yet again, relegation is avoided by the smallest of margins. TB win the league and make it six titles altogether, one more than B36.
In the cup, B36 are humiliated in the first round in a 3-0 defeat to Fram from 2. deild. In the eyes of many, relegation is now a question of when rather than if.
 
1981
Botnstríð
 
Jógvan Norðbúð verður spælandi venjari hjá B36, sum nú eru í hvítum blusum og svørtum brókum, men lítið hjálpir, og tá landskappingin er komin í helvt, er B36 aftast. Meðalaldurin á liðnum er 23 ár, og vantandi royndirnar síggjast aftur í fyrru helvt av kappingini. Men so líðandi fer at ganga betur. Sigrar móti ÍF og VB venda gongdini, og B36 endar kappingina á sætta plássi við 9 stigum. Tað er eitt fleiri enn KÍ og tvey fleiri enn VB, sum tá byrjar ein niðurtúr, sum endar við at senda vágbingar heilt niður í 3. deild at venda. HB verður føroyameistari við betri málmuni enn TB.
At myndin í føroyskum fótbólti er broytt, sæst týðiligt á stigatalvuni, har tað av ”teimum gomlu” bara eru HB og TB, sum eru oddalið, meðan B36, KÍ og VB stríðast í botninum. Í miðjuni liggja eysturoyarliðini GÍ, B68 og ÍF, og skjótt skal Eysturoyggin av álvara seta sín dám á føroyska fótbóltskortið.
 
---
 
B36 have a new strip with white shirts and black shorts and a new player-coach in Jógvan Norðbúð, but half way through the season B36 are bottom of the table. The team has a mean age of 23, and the lack of experience shows in the first half of the season. But wins against ÍF and VB turn the tide, and B36 finish the season in sixth position on 9 points – one more than KÍ and two more than relegated VB. HB win the title ahead of TB on goal difference.
The Faroese football landscape has changed, and it shows in the league table. Only HB and TB are in the top half of the table, while B36, KÍ and VB are in a relegation battle. In mid-table are GÍ Gøta, B68 Toftir and ÍF Fuglafjørður, all from the island of Eysturoy, which is about to start a new dominance of Faroese football. With these new kids on the block competing with the strength of HB and TB, it seems likely that some of the older and more established clubs like B36 and KÍ will have some tough times ahead.
 
1982
Góð fyrra helvt
 
Odmar Færø verður nýggjur formaður í B36. Hann avloysir Ruben Andresen, ið heldur fram í nevndini.
Annað árið við Jógvani Norðbúð sum venjara byrjar sum ein dreymur, tá B36 fer til Tvøroyrar og vinnur 1-0 á TB, sum árið fyri bert hevði verið málmunin frá at vinna sítt triðja meistaraheiti upp í slag. Tá kappingin er komin í helvt, er B36 bara trý stig frá oddaliðnum HB, men so fer at ganga verri, og B36 endar á fimta plássi, 11 stig frá HB, sum vinnur FM, og trý stig framman fyri ÍF, sum flytur niður.
 
---
 
First team player Odmar Færø replaces Ruben Andresen as chairman. Andresen continues as a member of the board.
Jógvan Norðbúð's second season in charge starts well, as B36 travel to Tvøroyri and beat last season's runners-up TB 1-0. Halfway into the season, B36 is only three points behind league leaders HB, but the team loses momentum in the second half of the season and finishes in fifth position, 11 points adrift of champions HB and only three points ahead of relegated ÍF.
B36 í 1982.
Aftast frá vinstru: Regin Samuelsen, Hans J. Kollsker, Claus Rasmussen, Julius Hansen, Poul Guttesen og Jógvan Norðbúð (venjari).
Fremst frá vinstru: Olaf Lava, Regin Olsen, Odmar Færø, Jan Alberg, Andreas Vatnhamar og Kjartan Mohr
 
PHOTO:
B36 in 1982.
Back row L-R: Regin Samuelsen, Hans J. Kollsker, Claus Rasmussen, Julius Hansen, Poul Guttesen and Jógvan Norðbúð (coach).
Front row L-R: Olaf Lava, Regin Olsen, Odmar Færø, Jan Alberg, Andreas Vatnhamar and Kjartan Mohr.
 
1983
Fyrsti sigur á HB í 15 ár
 
B36 setir Johan Nielsen sum venjara hjá besta liðnum, sum aftur verður partur av botnstríðnum. Kappingin er sera jøvn hetta árið, og B36 tekur stig frá øllum hinum liðunum uttan GÍ, sum vinnur meistaraheitið – tó bert tí HB hevur skrivað eitt skeivt eftirnavn á dómaraseðilin til ein dyst móti MB og tí verður dømt at tapa dystin. B36 endar á fimta plássi, bert tvey stig undan niðurflytarunum MB. Avgjørda hæddarpunktið hetta árið er, tá B36 vinnur 1-0 móti HB – fyrsti landskappingarsigur móti grannunum síðani 1968! Avgerandi málið í hesum fyri B36 so týðandi sigrinum ger Andreas Vatnhamar.
 
---
 
The talented Johan Nielsen of HB is signed as new coach of B36, but yet again a relegation battle is in store. The league is very tight this season, and B36 gather points from all the other teams except GÍ Gøta, who win their first championship title. At the end, only two points seperate B36 in fifth and MB in eight and bottom position.
The obvious highlight of the season is a 1-0 win against HB – the first league win against the arch-rivals since 1968! Andreas Vatnhamar scores the goal in the moral-boosting victory against the neighbours.
 
1984
Niður í 2. deild
 
Tað hevði verið nær við fyrr, og í 1984 hendir tað so. B36 endar aftast og má niður í 2. deild. Kappingin í botninum er ógvuliga jøvn hetta árið. Trý lið enda við 11 stigum, og B36 endar aftast við 10 stigum! Men avgerðin fellur longu í næstsíðsta umfari, tá B36 tapir 1-0 móti LÍF í Leirvík, og so kann tað gera tað sama, at síðsti dysturin móti GÍ verður vunnin. Eingin kann veruliga muta nakað ímóti, at liðið nú fer niður, og serliga sigandi er ein 1-7 ósigur móti KÍ í Gundadali. Í sjálvrannsakanini, sum kemur í kjalarvørrinum av niðurflytingini, verður serliga illa fyriskipaða ungdómsarbeiðið í 1970-unum nevnt.
Eitt annað av ”góðu gomlu” feløgunum er eisini í svárari kreppu. VB spælir hetta árið heilt niðri í 3. deild, sum teir vinna, og tískil ”møtast” hesi bæði siðvandu feløgini í 2. deild árið eftir í eini tíð, har eysturoyarfeløgini av álvara eru farin at taka seg fram og føroyska fótbóltskortið verður nógv fjølbroyttari. Tað skuldi eisini fáa beinleiðis týdning fyri B36 fá ár seinni.
Hetta árið skipar FSF á fyrsta sinni fyri kvinnufótbólti. Talan er um eitt royndarár. B36 er við frá byrjan og endar við at vinna kappingina og verður sostatt fyrsti føroyameistari hjá kvinnum, um enn tær eru óalmennir meistarar.
 
---
 
There have been some close shaves, and in 1984 it is a reality: B36 are relegated for the first time in the club's history.
The relegation battle is very close. Three teams finish on 11 points, and B36 finish bottom with 10 points! But relegation is already a reality after the penultimate match – a 1-0 loss away to LÍF Leirvík. A win against GÍ in the final round makes no difference. The team has not shown enough quality to remain in the 1. deild, and a 1-7 defeat at home to KÍ sums up the season very well. B68 finish on