Tey flentu at troyggjunum

Skrivað av Jákup Mørk
Mánadagur, 18. apríl 2011 21:25
 
 
 
Millum mongu ferðirnar, sum eru gjørdar við B36, hava vit her mynd av smádreingjaliðnum, sum tók lut í Vildbjerg Cup og Solsidens Pondus Cup í 1987
 
Tá var ikki fastur táttur, at lið í yngru deildunum hjá B36 vóru á uttanlandsferð, og tí var spenningurin stórur, tá farið varð avstað. Pening til ferðina høvdu dreingirnar millum annað vunnið sær við at arbeiða fyri kommununa, og við góðum stuðli frá Stuðlafelagnum bar tí til at fara um hav við Norrønu.
 
Fyrst varð kappast í Vildbjerg Cup, har liðið mátti takka fyri seg longu eftir bólkaspælið. Í Solsidens Pondus Cup, sum varð hildin í Nørresundby, lá tó betur fyri. Eisini hóast tað var ikki sørt, at áskoðarar og mótstøðulið høvdu smílini frammi, tá fyrsti dysturin skuldi spælast.
 
Tað var nevnliga krav, at liðini høvdu heima- og útivøllarbúnar. B36-dreingirnir spældu vanliga í hvítum, og í neyðini var eitt av gomlu svørt/hvítu settunum frá onkra staðni í 70’unum tikið við sum útisett.
 
Hetta skuldi brúkast í fyrsta dystinum í Nørresundby, og dreingirnir hildu tað vera mest sum flóvisligt at møta upp í hesum heldur gamaldags klæðunum.
 
Ikki fyrr enn beint fyri dystarbyrjan varð farið úr venjingarbúnunum, men smílini, sum mótstøðumenninir høvdu, minkaðu tó skjótt. B36 vann hendan fyrsta dystin ikki minni enn 10-0, og hóast tað ikki gjørdist til gull, so var talan um frálíka kapping, har liðið ongan dyst tapti. Í hálvfinaluni máttu okkara menn tó lúta eftir brotsspakskapping móti seinnu vinnarunum úr Vadum. Men í bronsudystinum eydnaðist tað okkara at vinna á norskum liði eftir umdyst, og við bronsumerkjum um hálsin kundu teir heldur erpnir leggja leiðina heim.
 
Myndin er tikin í Nørresundby, og eftir fyrsta dystin himpraðust dreingirnir ikki longur við at fara í gomlu klæðini.
 
 
 
Aftast standa Mark Hayfield, Teitur Árnason, Hans Thomassen, Ólafur Debes og Fríði B. Nielsen. Í miðraðnum standa Jákup Mørk, Brandur Jacobsen, Jan Larsen, Fróði Madsen, Bjarni Arge og Júst Vang. Fremst sita Rúni Mortensen, Allan Mørkøre (Dybzcak), Jakob Skaaning, Bogi Eliasen, Ronnie Kjærbo (Háfoss) og Annfinn Danielsen, sum var venjari. Við á ferðini var eisini Karin við Høgadalsá, sum var liðleiðari.