Klubmodul heintar síðuna
Gentur U15 Pro Camp 2019
Opret en profil eller log ind
Leiðbeining
1. Er hetta fyrstu ferð tú tilmeldar? So skal ein vangamynd stovnast her  Opret profil
2. Annars skalt tú logga á niðast í vinstru valmynd fyri at tilmelda..
Royn lívið sum yrkisleikari ! 

B36 skipar aftur í summar fyri serstøkum fótbóltsskúla, har luttakararnir í fimm dagar sleppa at royna lívið sum fulltíðar fótbóltsleikarir.

B36 hevur í samstarv við Thomas Dam Intersport tikið stig til, at aftur í ár at skipað fyri Pro Camp fyri aldursbólkarnar U13 Dreingir (2006-2007) og U15 Dreingir (2004-2005) og U15 Gentur (2004-2006).

Talan er um fótbóltsskúla, har luttakararnir í fimm dagar sleppa royna lívið sum yrkisleikarar, og har sera dugnaligir venjarar standa fyri dagligu venjingunum. Tvær venjingar eru hvønn dag, tó bert ein, tann eina dagin, so leikarnir ikki gerast mentalt ov troyttir, so vit hava fyri nú sett mikudag til at vera sindur styttri - eisini er góður ítrottar matur partur av skúlanum og skipa verður fyri fyrilestrum, har endamálið er at kunna leikarnir um, hvat krevst fyri at røkka ovastu tindunum. Hartil fáa leikarnir eisini ein klædnapakka við venjingarklæðum frá Adidas til ognar.

Fyri at tryggja eina høga góðsku í venjingini, eru bert 22 pláss í hvørjum aldursbólkið.
- 18 útileikarir.
- 4 málverjar.

- Talan er um ein sera seriøsan fótbóltsskúla, har nógv fokus verður á tann einstaka leikaran og menningina av hesum, sigur Gunnar Sørensen frá B36. Hann leggur aftrat, at ætlanin er, at teir leikarar, ið melda seg til, veruliga skulu merkja, at teir flyta seg nakað hesar dagarnar.
Pro Camp hevið í summar fyri fyrstu ferð gentur U15 við har eldri árgangur hjá U13 slapp við eisini og hettar riggaði sera væl og sjálvandi er hettar ein partur av Pro Camp 2019 eisini. 
Vit eru eisini sera stolt av at síggja nógvar av "okkara" leikarum á ymisku u-landsliünum, leggur hann avtrat til endans.

Saman við dugnaligum venjarum úr B36 koma heili tríggir, møguliga fýra venjarar úr Lyngby Boldklub til Føroyar at standa fyri venjingunum. Hesir venja dagliga elitu hjá Lyngby Boldklub, og tí er ongin ivi um, at teir kunnu læra nógv frá sær. Aftrat hesum koma nakrir av dugnaligastu venjarnum í Føroyum eisini at hava einstakar venjingar, har ávís fokus-punkt eru evnið.
 
 
Tað eru bert 22 pláss í hvørjum aldusbólki, og verður tað "først til mølle".

Tilmeldingarfreist
24.12.2018
Tíðspunkt
08.07.2019 kl. 09.00 - 12.07.2019 kl. 15.00
Sted
Gundadalur
Navn leikarans*:
Felag leikarans*:
Føðingardagur leikarans*:
Primært pláss á vøllinum*:
Sekundært pláss á vøllinum*:
Bein*:
Málsetningur*:
Stødd til klædnapakka*:
Prísur
1595,00 ,-
Du har efterfølgende mulighed for selv at rette din tilmelding eller afmelde dig, under 'Mine tilmeldinger'

StøĐa og hagtøl í effodeildini

HøvuĐsstuĐlar hjá B36


B36-MiĐlar


Leinkjur

Bóltfelagið B36  |  100 Tórshavn  |  Tlf. 311936