Klubmodul heintar síðuna
U13 Pro Camp (bíðilisti - send mail til b36@b36.fo
tíverri er einki pláss eftir
Opret en profil eller log ind
Royn lívið sum yrkisspælari !

B36 skipar í summar fyri serstøkum fótbóltsskúla, har luttakararnir í fimm dagar sleppa at royna lívið sum fulltíðar fótbóltsspælarar.

B36 hevur í samstarv við Thomas Dam Intersport tikið stig til, at aftur í ár at skipað fyri Pro Camp fyri aldursbólkarnar U13 Dreingir (2005-2006) og U15 Dreingir (2003-2004) og U15 Gentur (2003-2005).

Talan er um fótbóltsskúla, har luttakararnir í fimm dagar sleppa royna lívið sum yrkisleikarar, og har sera dugnaligir venjarar standa fyri dagligu venjingunum. Tvær venjingar eru hvønn dag, og eisini er heilsugóður matur partur av skúlanum. Eisini verður skipað fyri fyrilestrum, har endamálið er at kunna spælararnar um, hvat krevst fyri at røkka ovastu tindunum. Hartil fáa spælararnir eisini ein klædnapakka við venjingarklæðum frá Adidas til ognar.

Fyri at tryggja eina høga góðsku í venjingini, eru bert 22 pláss í hvørjum aldursbólkið.

- Talan er um ein sera seriøsan fótbóltsskúla, har nógv fokus verður á tann einstaka spælaran og menningina av hesum, sigur Andrass Thomsen frá B36. Hann leggur aftrat, at ætlanin er, at teir leikarar, ið melda seg til, veruliga skulu merkja, at teir flyta seg nakað hesar dagarnar.

Saman við dugnaligum venjarum úr B36 koma heili tríggir venjarar úr Lyngby Boldklub til Føroyar at standa fyri venjingunum. Hesir venja dagliga elitu hjá Lyngby Boldklub, og tí er ongin ivi um, at teir kunnu læra nógv frá sær. Aftrat hesum koma nakrir av dugnaligastu venjarnum í Føroyum eisini at hava einstakar venjingar, har ávís fokus-punkt eru evnið.
Tað eru bert 22 pláss í hvørjum aldusbólki, og verður tað "først til mølle".
Tilmeldingarfreist
31.05.2018
Tíðspunkt
09.07.2018 kl. 09.00 - 13.07.2018 kl. 15.00
Sted
Gundadalur
Navn leikarans*:
Felag leikarans*:
Føðingardagur leikarans*:
Primært pláss á vøllinum*:
Sekundært pláss á vøllinum*:
Bein*:
Málsetningur*:
Stødd til klædnapakka*:
Prísur
1495,00 ,-
Du har efterfølgende mulighed for selv at afmelde dig, under 'Mine tilmeldinger'