Klubmodul heintar síðuna
Pro Camp U15 2017
Opret en profil eller log ind
Leiðbeining
1. Er hetta fyrstu ferð tú tilmeldar? So skal ein vangamynd stovnast her  Opret profil
2. Annars skalt tú logga á niðast í vinstru valmynd fyri at tilmelda..
Royn lívið sum yrkisspælari !

B36 skipar í summar fyri serstøkum fótbóltsskúla, har luttakararnir í fimm dagar sleppa at royna lívið sum fulltíðar fótbóltsspælarar.

B36 hevur í samstarv við Thomas Dam Intersport tikið stig til, at aftur í ár at skipað fyri Pro Camp fyri aldursbólkarnar U13 Dreingir (2004-2005) og U15 Dreingir (2002-2003).

Talan er um fótbóltsskúla, har luttakararnir í fimm dagar sleppa royna lívið sum yrkisleikarar, og har sera dugnaligir venjarar standa fyri dagligu venjingunum. Tvær venjingar eru hvønn dag, og eisini er heilsugóður matur partur av skúlanum. Eisini verður skipað fyri fyrilestrum, har endamálið er at kunna spælararnar um, hvat krevst fyri at røkka ovastu tindunum. Hartil fáa spælararnir eisini ein klædnapakka við venjingarklæðum frá Adidas til ognar.

Fótbóltsskúlin er fyri dreingir í aldursbólkinum U13 og U15. Fyri at tryggja eina høga góðsku í venjingini, eru bert 22 pláss í hvørjum aldursbólkið.

- Talan er um ein sera seriøsan fótbóltsskúla, har nógv fokus verður á tann einstaka spælaran og menningina av hesum, sigur Andrass Thomsen frá B36. Hann leggur aftrat, at ætlanin er, at teir leikarar, ið melda seg til, veruliga skulu merkja, at teir flyta seg nakað hesar dagarnar.

Saman við dugnaligum venjarum úr B36 koma heili tríggir venjarar úr Lyngby Boldklub til Føroyar at standa fyri venjingunum. Hesir venja dagliga elitu hjá Lyngby Boldklub, og tí er ongin ivi um, at teir kunnu læra nógv frá sær. Aftrat hesum koma nakrir av dugnaligastu venjarnum í Føroyum eisini at hava einstakar venjingar, har ávís fokus-punkt eru evnið.
 
Skráin fyri dagarnar er hendan (broytingar kunnu koma fyri):

Mánadag:
Kl. 08.30 Morgunmatur (til kl 09.00)
Kl. 09.00 Samskiparin bjóðar vælkomin og greiðir frá um dagin og vikuna
Kl. 09.20 Klædnapakkin verður givin út
Kl. 09.45 Fyrsta venjing
Kl. 11.45 Døgurði
Kl. 12.20 Fyrilestur
Kl. 13.30 Seinnapartsvenjing
Kl. 15.00 Dreingirnir fáa frukt og vatn, ungdómshølið er opið til FIFA osv.(vælfrítt)

Týsdag:
Kl. 08.30 Morgunmatur (til kl 09.00)
Kl. 09.00 Ìtróttarleiðarin greiðir frá um dagin og venjingarmál
Kl. 09.30 Fyrsta venjingin
Kl. 11.30 Døgurði
Kl. 12.15 Fyrilestur
Kl. 13.30 Seinnapartsvenjing
Kl. 15.00 Møguleiki fyri at brúka ungdómshølið. Frukt og vatn verður at fáa.(vælfrítt)

Mikudag:
Kl. 08.30 Morgunmatur (til kl 09.00)
Kl. 09.00 Ìtróttarleiðarin greiðir frá um dagin og venjingarmál
Kl. 09.30 Fyrsta venjingin
Kl. 11.30 Døgurði
Kl. 12.15 Fyrilestur
Kl. 13.30 Seinnapartsvenjing
Kl. 15.00 Møguleiki fyri at brúka ungdómshølið. Frukt og vatn verður at fáa.(vælfrítt)

Hósdag:
Kl. 08.30 Morgunmatur (til kl 09.00)
Kl. 09.00 Ìtróttarleiðarin greiðir frá um ’leikaraeftirmeting’ og venjingarmál
Kl. 09.30 Fyrsta venjingin
Kl. 11.30 Døgurði
Kl. 13.00 Seinnapartsvenjing & leikaraeftirmeting(vælfrítt)
Kl. 14.30 Møguleiki fyri at brúka ungdómshølið. Frukt og vatn verður at fáa.(vælfrítt)

Fríggjadag:
Kl. 08.30 Morgunmatur (til kl 09.00)
Kl. 09.00 Ìtróttarleiðarin greiðir frá um dagin
Kl. 09.30 Fyrsta venjingin (kappingar)
Kl. 11.30 Døgurði
Kl. 12.15 Eftirmeting av vikuni
Kl. 13.00 Seinnapartsvenjing (dystir)
Kl. 14.30 Takk fyri í ár – myndatøka – Diplom

Servenjing fyri malverjar í 40 minuttir til hvørja venjing. Hesar byrja altíð 15 minuttir áðrenn morgun- og seinnapartsvenjingarnar.
 
Tað eru bert 22 pláss í hvørjum aldusbólki, og verður tað "først til mølle".
Tilmeldingarfreist
30.06.2017
Tíðspunkt
10.07.2017 kl. 09.00 - 14.07.2017 kl. 15.00
Sted
Gundadalur
Navn leikarans*:
Felag leikarans*:
Føðingardagur leikarans*:
Primært pláss á vøllinum*:
Sekundært pláss á vøllinum*:
Bein*:
Málsetningur*:
Stødd til klædnapakka*:
Prísur
1695,00 ,-